Tíðindi

Felagsskapurin í forskúlanum størst týdning

Megna vit at skapa ein góðan felagsskap, kemur alt hitt av sær sjálvum. Tað siga Eyvind Akraberg Hansen, lærari, og Katrin Lindberg Mortensen, námsfrøðingur, í Skúlanum á Fløtum

19.05.2022

Tað er ein nýggjur heimur fyri børnini at flyta seg úr dagstovnalívinum inn um skúlagátt; hjá summum kann hetta skiftið kennast ótrygt. Tí skulu tey hava tíð og pláss at finna sítt pláss.

- Tað er umráðandi at gera tey tilvitað um, at tey eru ymisk, og at pláss skal vera fyri øllum. Og øll kunnu geva felagsskapinum nógv. Hetta er ein týdningarmikil læra at hava við sær út í lívið. Tey skulu trívast, blomstra og mennast til at vera tann persónurin, tey eru, sigur Katrin Lindberg Mortensen.

Nógv tíð verður brúkt í byrjanini av árinum at fáa børnini at kenna seg trygg. Tað er ikki óvanligt, at børn vilja hava foreldrini at vera við fyrstu tíðina.

- Tað fakliga hevur ikki størst týdning í forskúlanum. Tað týdningarmesta er at byggja ein flokk upp, sum hevur tað gott. Ein flokkur, sum hevur ótrygg børn og sum halda seg fyri seg sjálv, fer altíð at hava eitt sleip, og tað verður trupult hjá teimum børnunum at fóta sær, tá ið ferð kemur á tað fakliga. Tí snýr hvør einasti dagur í forskúlanum seg um at fáa flokkin at rigga; tey skulu vera glað og góð við hvørt annað, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

Tilfarið Betri vinir, sum Barnabati hevur latið gera, er verkætlan, sum hevur til endamáls at fyribyrgja happing. Tað er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing, og tað leggur upp til, at børnini sjálv koma við loysnum. Fyri at gera tað so ítøkiligt fyri børnunum sum til ber, spæla lærararnir og námsfrøðingarnir ymiskar støður, sum kunnu koma í í gerandisdegnum, fyri børnunum.

- Hetta fær børnini at hugsa, hvussu tey kunnu loysa ymsar støður, sum henda. At tey sjálv finna loysnirnar ger, at tey minnast betur, hvussu tey kunnu loysa eina støðu, um hon hendir aftur. Tey skulu duga at handfara tvístøður, sum tey sum frá líður gerast meistarar í, og tey læra at bera seg at í øllum hugsandi støðum. Tey læra at lurta eftir hvørjum øðrum. Vit stoyta nógv bensin á tað empatiska bálið, sum er byrjað at loga. Er onkur tvístøða, so ringja vit við klokkuni, og vit seta okkum øll á gólvið, har vit lýsa tvístøðuna úr einum sakligum sjónarhorni, hóast ein ávís hending er farin fram, og so tosa vit um allar kenslurnar, sum eru vaktar í børnunum. Hetta eru sosialir førleikar, tey skulu duga, og sum vit brúka sera stóra orku uppá at læra tey.

Skúladagurin og skúlavikan eru skipað eftir ávísum leisti; eitt nú er mánadagur útidagur, og týsdagur rørsludagur. Ein vanligur dagur byrjar við spæliløtu, síðan er kalendari og morgunsangur á skránni, og eftir tað er arbeiðsløta til klokkan 10. Tá ið arbeiðsløtan er liðug, er fríkorter, og tá eta børnini lítlan matpakka. Fríkorterið kann vera upp í 45 minuttir ella longri. Tá ið tey eru komin inn, eta tey stóra matpakkan.

- Tá ið børnini eta stóra matpakkan, er kvirra, tað merkir, at tað er friðarligt, meðan vit eta. Teimum dámar hetta sera væl, tey eru pinnastill, og tað hava tey hava fyri at vera. Onkuntíð, tá ið vit eru úti, og nógv er á skránni, minna tey okkum á kvirruna, sigur Katrin Lindberg Mortensen.

Eftir matarsteðgin er spæliløta, søguløta ella lítil arbeiðsløta; tað veldst um, nær á árinum tað er. Dagurin endar við sangi og samanumtøku, og tá eru starvsfólkini í frítíðarskúlanum komin eftir børnunum; tey eru við síðstu 15 minuttirnar, har tey hoyra, hvat børnini hava gjørt, og tey siga børnunum frá, hvat fer at henda í frítíðarskúlanum.

- Umskaringin millum forskúla og frítíðarskúla hevur týdning, tí tað er altíð gott at vita av hvørjum øðrum. Og børnini halda fram á vera í skúlanum, tí frítíðarskúlin er eisini í Skúlanum á Fløtum.

Skúlin á Fløtum hevur tveir forskúlaflokkar við í alt 47 børnum hetta skúlaárið; pláss er fyri einum flokki aftrat. Tey eru tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar um øll børnini. Normeringin er eitt starvsfólk fyri hvørji 9 børn, og raðfylgjan er lærari og síðan námsfrøðingur. Nøkur børn hava stuðul. 1. februar vóru 53 børn innskrivað til forskúlan komandi skúlaár, men innskrivingin er ikki liðug.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.