Tíðindi/Greinar

02.05.2023

Felagið stendur enn sterkt sum áður

Á aðalfundinum var greiður meiriluti fyri at avtaka skipanina. Róð var fram undir aðalfundin, at úrslitið av avgreiðsluni um lokaupphæddina fór at klíva felagið, men úrslitið var 280 fyri og 61 ímóti vísir, at so er ikki. Felagið stendur enn sterkt sum áður. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, skrivar

Aðalfundur felagsins var leygardagin 29. apríl. Tað er langt síðan, at so mong hava boðað frá luttøku á aðalfundi. Helst var tað innkomna málið um lokaupphæddina, sum hevði ávirkan á stóra luttakaratalið. Tað er altíð gleðiligt, tá fólk møta fjølment á aðalfundi. Tá verða oftast fleiri viðmerkingar samstundis, sum vit í nevndini á hendan hátt fáa betri innlit í, hvat limirnir hugsa um ymisk mál.

Tað er altíð hugaligt at tosa við lærarar. Evnini, sum eru á einum slíkum fundi, eru eisini fjølbroytt.

Tað vóru trý innkomin mál til aðalfundin. Hetta var um samlagstryggingina, eftirlønaríløgustig og lokaupphæddina.

Nevndin legði soljóðandi uppskot um samlagstryggingina fram: Aðalfundurin heitir á nevnd felagsins at arbeiða við at dagføra samlagstryggingina hjá limunum og at leggja uppskot um møguligar broytingar fyri aðalfundin í 2024. Í eitt tíðarskeið hava vit hugt at samansetingini av samlagstryggingini. Vit meta, at samlagstryggingin møguliga eigur at verða dagførd, tí krónuásetingar eru ikki prístalsviðgjørdar, síðan hon var sett í gildi. Aðalfundurin tók einmælt undir við hesum.

Eisini legði nevndin soljóðandi uppskot um eftirlønaríløgustig fram: Aðalfundurin heitir á nevnd felagsins um at flyta teir limir í váðastøði C, ið ikki sjálvir hava valt sær annað støði, og um einstaki limurin ikki mótmælir hesum. Hetta eigur at fara fram so skjótt sum til ber. Tað eru fáir lærarar, ið geva egnum eftirlønarviðurskiftum ans. Tað er stórur munur á eftirlønini, um eitt nú váðastøði er høgt ella lágt. Nú hevur nevndin saman við Betri hugt at, hvør íløgukarmur passar best til fjøldina av lærarum. Tó eru tað teir, ið eru sera áhugaðir og sjálvir gera broytingar í pensjónsstiganum. Tað eru lærarar, sum eru limir Føroya Lærarafelag, og sum ikki sjálvir hava broytt sítt váðastøði, sum nú verða fluttir úr bólkinum ”lágt vágastøði” í nýggja stigan hjá Betri, sum eitur C. Hetta uppskotið var einmælt samtykt.

Símun Joensen legði uppskot fram um at avtaka lokaupphøddina 1. mai 2023. Saman við nevndini, sum metir tað vera skilabest at halda seg til avtaluna við Betri, gjørdist uppskotið soljóðandi: Lokaupphæddin, ið er partur av samlagstryggingini, verður tikin av eftir teimum treytum fyri uppsøgn, sum eru fyri avtaluna ”tryggingar og Pensjónsavtala millum Føroya Lærarafelag og Betri Pensjón.”

Tað hevur verið tosað nógv um lokaupphæddina. Øll árini, hon hevur verið í gildi, hava tað verið ymiskar meiningar um hesa trygging. Á aðalfundinum var greiður meiriluti fyri at avtaka skipanina.

Róð var fram undir aðalfundin, at úrslitið av avgreiðsluni um lokaupphæddina fór at klíva felagið, men úrslitið var 280 fyri og 61 ímóti vísir, at so er ikki. Felagið stendur enn sterkt sum áður.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan