Leys størv

Farloyvisstarv sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla

Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. januar til 31. desember 2023.

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og at virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, hevur tú møguleika at søkja farloyvisstarvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

Í Hoyvíkar skúla eru 358 næmingar í 9 árgangum. Harumframt hevur skúlin eitt skúlatilboð til børn við autismu ella líknandi avbjóðingum. 50 starvsfólk starvast í løtuni í Hoyvíkar skúla.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:

• Undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans;

• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans;

• er hóvligur, skipaður og nærlagdur;

• dugir at samstarva og er fyrikomandi, og

• hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga á føroyskum.

Harumframt skal varaskúlastjórin:

• Vera næsti starvsfelagi skúlastjórans;

• saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av

skúlanum;

• saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum, og

• undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans.

Førleikakrøv:

Tann setti skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir frá fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Setanarøkið er Hoyvíkar skúli. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir:

Umsókn, saman við prógvi/-um og CV, skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. desember 2022, kl. 12:00.

Umsóknin verður stílað til: Hoyvíkar skúli

Vegurin Langi 21

Postrúm 3073

110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast til: skipagota@skulin.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens á Skipagøtu, varastjóra, á tlf. 217654


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.