Tíðindi

Føroyski fólkaskúlin – ein góður skúli

Eg haldi, vit hava ein ógvuliga rúmligan skúla, sum roynir at lofta øllum.

16. august 2019

So var handan løgna kenslan aftur har. Summarfrítíðin er nærum liðug, og tað stundar fram ímóti einum nýggjum skúlaári. Hvar fór tíðin? Ja, soleiðis er tað bara, og í øllum førum er hetta eitt gott høvi at gera upp og líta aftur á skúlaárið, ið fór. Hvussu hilnaðist, og hvat fingu vit nú burturúr? Hvat gekk væl, og hvat gekk ikki eftir vild, og síðst, men ikki minst, eru vit á rættari leið? Eg kann bara svara fyri meg, og mín niðurstøða er greið. Vit hava ein góðan fólkaskúla í Føroyum!

Ígjøgnum eitt skúlaár er nógv á skránni. Vit leggja ætlanir í byrjanini av árinum og fara við góðum treysti í gongd. Sum árið líður, stingur altíð okkurt seg upp. Tað kann vera mangt og hvat, stórt og smátt. Onkur næmingur kann hava okkurt at stríðast við, okkurt óvæntað kann henda á arbeiðsplássinum, ella tað kunnu vera onkrar broytingar í onkrum parti av sjálvari skúlaskipanini, sum broyta okkara arbeiðsdag. Í einum slíkum meldri kann vera øgiliga skjótt at missa seg sjálvan burtur, uttan at tú veitst av tí. Umstøðurnar gera, at ein verður ávirkaður av støðuni, og tá kann henda, at vit fara at hugsa meir um tað, sum ikki riggar so væl, og gloyma alt tað góða við skúlanum. Tí tað er veruliga nógv, sum riggar rættiliga væl í skúlanum.

At vera lærari í dag er bæði gevandi og lívsjáttandi. Tað er ein fragd at vera saman við næmingunum í dagsins fólkaskúla. Hugsi ofta um, hvussu tað var í mínari egnu skúlatíð í áttatiárunum og eisini uppaftur longri aftur í tíðini. Øll munnu kenna onkrar søgur um okkurt, sum næmingarnir funnu uppá at gera ímóti læraranum. Tað kundi t.d. vera ein teknistift á stólinum hjá læraranum, pulturin kundi vera stillaður so uttarlaga, at hann skramblaði á gólvið, tá ið lærarin setti taskuna á pultin. Dømini munnu vera mong, og ivaleyst man onkur kenna okkurt dømi, sum ikki er so meinaleyst sum tað, ið eg nevndi omanfyri.

Onkuntíð havi eg upplivað, at vit í flokkinum hava viðgjørt onkra søgu, har næmingar í søguni hava verið heldur herviligir, og tá øtast mínir næmingar, at sovorðið er komið fyri. Sigi eg teimum so onkra hending, sum eg minnist, eru teir púra paff!

So er tað tað, at vit kunnu spyrja okkum sjálv, hví vit tíbetur ikki uppliva slíkt í dag. Har haldi eg, at tað er einki at ivast í, at tað hevur nakað við at gera, hvussu vit eru saman við næmingunum í dagsins skúla. Vit samskifta fullkomiliga øðrvísi í dag og eru nógv nærri næmingunum í tí dagliga. Frástøðan ímillum lærara og næming er ikki so stór nú, og tað er gott. Sjálvandi eru vit ikki á jøvnum føti, tí ein ávís frástøða skal vera.

Ein onnur styrki við føroyska fólkaskúlanum er, at hann er fyri øll. Hann skal rúma øllum, og tað er ikki hissini krav. Hvønn einasta dag gera lærarar eisini sítt ítasta til tess, at tað skal lukkast, og tað gongur væl. Eg veit væl, at tað viðhvørt ikki gongur, sum prestur prædikar, men tað vil so vera. Eg haldi, vit hava ein ógvuliga rúmligan skúla, sum roynir at lofta øllum. Eisini er tað gott fyri næmingarnar at vera í einum felagsskapi, har teir síggja, at vit hava ymiskar dygdir, og onkur má verða viðfarin eitt sindur øðrvísi enn onkur annar. Næmingarnir eru ótrúliga skjótir at laga seg eftir umstøðunum og gera sítt til, at øll skulu kenna seg væl.

Fólkaskúlin er í støðugari menning og broytist, tá ið samfelagið krevur tað. Vit lærarar laga okkum eftir broyttu umstøðunum, tí tað mugu vit. Eg haldi tó, at vit uttan himpr kunnu steðga á viðhvørt og stinga fingurin í jørðina og minna okkum sjálv á, at vit hava ein góðan skúla. Tí tað hava vit so sanniliga.

Sjónarmið eftir Tórhall við Gil, nevndarlim Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 4, 2019, sum júst er komið

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.