Tíðindi

Føroya Eftirskúli væntar fleiri breytir og fleiri næmingar næsta ár

Í mong ár vóru ætlanir um ein eftirskúla, ið var staðsettur í Suðuroynni, og tá skúlaárið í ár byrjaði, sá eisini Føroya Eftirskúli dagsins ljós, og hann er staðsettur á Tvøroyri.

17. september 2020

Poul Arni Holm er settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla, sum eftir summarfrítíðina 2020 byrjaði sítt virksemi í hølum miðskeiðis á Tvøroyri.

Poul Arni letur væl at nú, og metir, at skúlin er komin væl frá byrjan.

- Tað hevur gingið sera væl, haldi eg.  Tvær tær fyrstu vikurnar var koronatímatalva, tað vil siga, at næmingarnir vóru ikki so nógv í skúla, men hinvegin var hetta gott fyri at fáa næmingarnar at kenna hvønn annan, og samansjóða hópin. Vit byrjaðu við 13 næmingum við skúlabyrjan, men hava tó fingið ein næming afturat, so nú eru vit 14 næmingar, sigur Poul Arni Holm.

Hvussu nógv fólk starvast á skúlanum, og hvat leggur skúlin dent á í sínum tilboðum – og annars sum skúli?

- Tað eru 4 starvsfólk á Føroya Eftirskúla í løtuni. Umframt meg sjálvan sum skúlaleiðara og undirvísara, so eru tað Jimmy Schultz undirvísari saman við mær á FøroyaBreytini, Rúni Winther Johnsen á E-SportBreytini og Hanna Flóvintsdóttir á Film og SjónleikaraBreytini. Okur hava eisini eitt sera gott samstarv við Tvøroyrar skúla, har næmingarnir á Eftirskúlanum eisini hava møguleika at velja breytir og ymisk fak.

- Okur eru klassiskur eftirskúli, sum er eitt tilboð til 10. floksnæmingar, og vit leggja dent á persónliga menning og at mennast og stimbrast sum menniskja, og ikki minst hava vit føroyska mentan í hásæti, tað vil siga, at næmingarnir eftir lokna skúlagongd kenna og fáa innlit í okkara vakra oyggjaland og serstøku mentan, og hvat tað merkir at vera føroyingur, og vit styrkja teirra egna samleika, sigur Poul Arni Holm.

Longi hevur verið arbeitt við ætlan um eftirskúla í Suðuroynni – meta tit, nú gongd er komin á, at tørvurin á slíkum skúla er  til staðar?

- Ja, tosað hevur verið um hetta í 20 ár, men endiliga er komin gongd á. Um tørvurin er har? Ja, so sanniliga er hann tað! Kann viðmerkja, at okur hava longu fleiri umsóknir til næsta skúlaár, og vænti eisini, at næmingatalið verður størri í 2021. Áhugin er stórur, og hevur hetta manglað í føroyska skúlalandslagnum, metir skúlaleiðarin á Føroya Eftirskúla.

- Næmingarnir trívast væl og eru komnir væl frá skúlabyrjan. Tey hildu í byrjanini, at tað var rættiliga langt til Suðuroynna, men tað tosa tey slett ikki um longur. Tey fáa møguleikan at royna seg, við tað at tey ikki eru heima við hús, men búgva saman í felagsskapi, og gevur hetta teimum uttan iva góðar royndir og førleikar, sigur Poul Arni Holm.

Kann man siga nakað um, hvørjir næmingar vilja royna seg á einum føroyskum eftirskúla?

- Sum er, eru næmingarnir allastaðni frá úr Føroyum, og tey hava nokk tað til felags, at tey vilja royna okkurt nýtt síðsta skúlaárið. Onkur hevur eisini ættarbond hendanvegin. Okur hava ein danskan næming úr Randers í ár, og væntandi koma fleiri næmingar næsta ár, bæði danskir og føroyskir, sum eru búsitandi í Danmark.

Eru tit nú veruliga komin í gongd, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman?

- Ja, vit eru komin væl frá byrjan,  og eftir fyrispurningum og umsóknum at døma, so verða enn fleiri næmingar næsta ár, og nýggjar breytir eru eisini í umbúna í løtuni, sum møguleiki verður at velja næsta skúlaár. Føroya Eftirskúli er komin fyri at verða, og eftir áhuganum at døma, so er sera spennandi tíð fyri framman, sigur Poul Arni Holm.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.