Tíðindi/Greinar

06.09.2022

Eykajáttan í væntu?

Tímar mangla til svimjiundirvísing og vikartímanýtslu, og tí hevði tað verið upp á sítt pláss, at neyðugu tímarnir blivu játtaðir. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað var áhugavert at lesa viðtal við landsstýrismannin í skúlamálum, Jenis av Rana, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum herfyri. Í hesum viðtali segði landsstýrismaðurin greitt, at um tímar manglaðu onkrastaðni í fólkaskúlaskipanini, skuldi trupulleikin loysast. Søtur musikkur at hoyra hjá okkum øllum, ið starvast innan skúlans gátt.

Tað ítøkiliga málið, sum tosað varð um, var miðfirraðu tímarnir, og hvussu teir skulu brúkast ella ikki brúkast. Landsstýrismaðurin hevði skilt á lagnum, at partur av miðfirraðu tímunum í summum førum var brúktur til vikartímar og svimjiundirvísing. Í svimjiundirvísingini er tað soleiðis, at um næmingatalið fer upp um 15 næmingar, skal ein lærari afturat setast inn. Av onkrari púra óskiljandi orsøk verða hesir eyka tímarnir ikki játtaðir skúlunum, og tí mugu tímarnir, sum vanta í, finnast aðrastaðni í skipanini, t.d. í miðfirraðu tímunum.

Og her var landsstýrismaðurin púra avgjørdur og segði: “Eg góðtaki ikki, at tímar verða brúktir til annað enn tað, teir eru ætlaðir til. Teir skulu brúkast til næmingar, sum tørvar hjálp til eitthvørt.” Hetta má sigast at vera greið tala, men tað skuldi eisini sagt seg sjálvt, at tímar, sum eru settir av til at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri tí, skulu brúkast til nettupp til tað endamálið og einki annað.

Tað er tó ringt at lasta skúlaleiðarum fyri, at tað er komið fyri, at tímar eru tiknir aðrastaðni frá, tí skúlaleiðararnir eru ikki rótin til henda trupulleika. Trupulleikin er í skipanini og játtanini. Skúlaleiðararnir eru settir at leggja eina kabal, sum bæði teir og játtanarmyndugleikin vita frammanundan ikki gongur upp, tí játtanarmyndugleikin heilt einfalt játtar ov fáar tímar.

Tí er gleðiligt at hoyra, at landsstýrismaðurin tekur hetta í størsta álvara, og vit mugu bara taka hann upp á orðið, tá ið hann sigur, at um skúlanum manglar tímar til eitthvørt ávíst, so má tann trupulleikin loysast. Og í hesum førinum er loysnin rættiliga einføld, tí tað krevur bara, at skúlunum verður játtað nakrar tímar afturat. Tað er annars eisini undranarvert, at tímar til t.d eyka svimjilærara ikki fylgja við, tá ið tað er krav, at tveir lærarar skulu vera, tá ið næmingatalið fer upp um 15.

Sostatt er staðfest, at tímar mangla til svimjiundirvísing og vikartímanýtslu, og tí hevði tað verið upp á sítt pláss, at neyðugu tímarnir blivu játtaðir. Og tann, sum kann gera tað, er ráðið, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum varðar av.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan