Tíðindi

Evnisvika á Námsvísindadeildini

Tey 17 heimsmálini vórðu av álvara sett á breddan í fjør, og flestu skúlar høvdu evnisviku um heimsmálini. Aftur í ár verða nøkur av heimsmálunum tikin fram á skúlum kring landið, og vikuna fyri heystfrítíðina varð evnisvika við yvirskipaða evninum “Burðardyggleiki og innovatión” á Námsvísindadeildini.

11.11.2019

Undirvísarar á deildini skipaðu fyri verkstovum, og tey lesandi høvdu tí fleiri sera áhugaverdar verkstovur í at velja. Av verkstovum kunnu nevnast: “Re-design, endurnýtsla og burðardyggur móti - Hvussu kunnu vit økja tilvitið hjá børnum og ungum um árinið frá klæðum á umhvørvið”, “Burðardyggar søgur á staðnum - Tvørfaklig verkætlan við íblástri frá træskurðum hjá Edward Fuglø”, “Veðurlagsbroytingar og sálarlig heilsa” og “Burðardygg og innovativ náttúruvísindi”

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, sigur soleiðis um evnisvikuna:

- Orsøkirnar til at vit í 2018 fóru undir evnisvikur, vóru fleiri. Ein er, at tað í fólkaskúlalógini beinleiðis stendur, at “næmingum eigur at standa í boði verkætlanararbeiði og evnis-kunnandi undirvísing”. Tað stendur ikki líka neyvt í námsfrøðiligu stevnumiðunum fyri dagstovnar, men har er staðfest, at børnini skulu “fáa góðar møguleikar at arbeiða sum medgranskarar”. Ein onnur orsøk er eitt ynski um samansjóðing og at víðka um samskiftispallin á deildini. Vanliga møta fólk til undirvísing og eru so at siga bert saman við sínum egna bólki, sum savnar seg um sítt egna, avmarkaða evni. Hetta er heilt øðrvísi í evnisvikunum, har fólk eru saman tvørtur um vanligu “flokkarnar”, og øll arbeiða við sama høvuðsevni.

Hví valdu tit at hava evnisviku um heimsmálini aftur í ár?

- Í fjør valdu vit at umrøða heimsmálini sum heild, t.v.s. at øll 17 heimsmálini vórðu viðgjørd, tó var ymiskt, hvørji heimsmál hvør bólkur viðgjørdi. Heimsmálini fevna sera víða, og tí ber helst til at siga, at evnið í ár eisini snúði seg um heimsmálini, tí evnið í ár var “Burðardygd og innovasjón”. Burðardygd er eitt evni, sum í nógv ár hevur verið frammi, og sum ST síðan 2005 hevur arbeitt fyri at fáa útbúgvingarstovnar at taka til sín, og sum Norðurlond sum heild hava tikið til sín. Í hesum liggur ikki, at einans verður hugsað um burðardygd, men at vit í øllum, sum vit fara undir, eisini skulu umhugsa, hvussu vit gera tað á ein burðardyggan hátt. Evnisvikan í ár var ikki ein endurtøka frá í fjør, men arbeitt var við nýskapan. Samstundis hava vit tikið til okkum, at tíðarskeiðið, sum arbeitt verður við heimsmálunum hjá ST, er frá 2015 til 2030.

Hví varð leisturin sum hann var, tvs. at tað hesaferð vóru undirvísarar, ið gjørdu evnini og verkstovurnar, og síðani kundu tey lesandi velja seg inn á evni/bólk? 

- Ein evnisvika kann skipast eftir ymsum leistum: Halda fram við verandi bólkum. Tá ber væl til, at luttakararnir saman við undirvísaranum gera av, hvat og hvussu arbeitt verður. Fyrireikingin kann tá fara fram, áðrenn evnisvikan byrjar. Hetta royndu vit í fjør, men í eftirmetingini gjørdu lesandi vart við, at samansjóðingin ikki riggaði so væl, tí tey vóru saman við somu fólkum, sum vanligt.
- Tey lesandi velja seg í bólkar eftir áhuga. Tá mugu yvirskriftir gerast, so tey lesandi hava nakað at velja út frá. Hetta varð gjørt í ár. Ætlanin var so, at bólkarnir sjálvir høvdu ávirkan á, hvussu varð arbeitt. Eftirmetingin av hesari evnisvikuni, har tey lesandi vóru blandað í bólkunum, fer at koma, vit hava hana ikki enn.
- Bólkarnir kunnu gerast tilvildarliga, har lesandi verða blandað í øllum bólkum, sum so finna útav, hvussu tey vilja arbeiða. Henda leistin hava vit ikki roynt enn. Vansin kann her vera, at 15-20 fólk, sum ikki kennast frammanundan, skulu finna sær eitt evni og eina arbeiðsgongd. Tá er ein vika í minna lagi. Kanska vit finna uppá okkurt heilt nýtt komandi ár.

Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.