Bloggur

Eitt stig í senn

Ingun Háberg Söderqvist, lesandi á Námsvísindadeildini á triðja ári, bloggar

10.08.2015


So eru vit aftur har, at eg skal byrja at hugsa um at finna pennahúsið fram í onkrum flytikassa og spíska blýantarnar. Tá skúlin byrjar aftur eftir summarsteðg, dámar mær so væl at hava keypt nýggjan álmanakka og ein nýggjan blokk o.s.v. Tá føli eg meg so endurnýggjaða og fríska og til reiðar at byrja aftur. Ein góða kensla í mun til mína troyttu eg í endanum av farna skúlaári, tá eg bara vildi sleppa í feriu. Er tað bara eg, sum gjarna vil, at alt skal vera reint og pent og lekkurt, tá summarsteðgurin endar:) Tað er so deiligt, um øll klæðini eru vaskað, skift er á songini, alt er støvað av og gólvið vaskað. Tá føli eg, at eg eri komin væl inn í tað nýggja skúlaárið, og at eg orki betur. Tað er lekrari at koma heim eftir skúlatíð, um skil er á tingunum og íbúðin avblást. Kvøldini vil eg hava saman við familjuni, uttan at noyðast at hugsa óneyðuga nógv um skittoyskurvina og dustsúgvaran. Men nú fáa vit at síggja. Seinastu 3 vikurnar av summarfrítíðini arbeiði eg meir enn fulla tíð, so eg veit ikki, um eg nái tað, eg so væl kundi hugsað mær.

Summarfrítíðini tók eg ímóti við einum 11 tali í endaprojektinum. Projektið, sum eg tosaði um í undarfarna bloggi. Projektið, har eg bant eitt møbilstoff við føroyskum bindingamynstri og polstraði ommusa skammil. Minnist tú:) Tað var ein deilig kensla at enda árið soleiðis. Tvær tær fyrstu vikurnar av mínum summarsteðgi var sonurin enn á stovni, so eg fekk tíð at fáa okkum eitt sindur upp á pláss í nýggja heiminum. Alt var so rokaligt í samband við endaprojekt, flyting og alt har ímillum, so tað tók langa tíð at koma upp á pláss. Og eg má viðganga. Onkur flytikassi og svartur sekkur er enn eftir at tøma. Royndi sum frægast at fáa so nógv burturúr sum gjørligt, so tað var lekkurt at koma heim av okkara ferð í Svøríki

Hesa summarfrítíðina, eins og so ofta áður, brúktu vit tvær vikur í Svøríki. Ein heldur sjálvsøgd ferðaleið at fara, eftirsum maðurin er svenskur. Tað er so deiligt, tá sonurin sleppur at vera saman við farmor og farfar eisini. Tað mest áhugaverda við hesi summarfrítíðini yvirhøvur hevur verið at sæð, hvussu nógv hann hevur ment seg, sonurin. Alt hann hevur lært, bæði at gera og at siga, og hvussu við hann er í øllum, ið gongur fyri seg. Sigur tveyorðaðar setningar og hevur eina meining. Havi fleiri ferðir tikið meg sjálva í at hugt at honum og hugsað tankan, sum minnir um: “Hann er eitt geni!” Hevði verið fantastiskt at kunnað brúkt so nógva tíð saman við honum altíð, men tað ber ikki til. Eri heppin sum lesandi at fáa so nógva tíð saman við honun, sum eg geri. Vónandi kann eg eisini tað, tá eg einaferð verði liðug at lesa og skal út á arbeiðsmarknaðin.

Men eitt stig í senn. Nú skal pennahúsið líka gravast fram, áðrenn neyðugt er at hugsa um tíðina eftir loknan lestur. Annars verður tað av ongum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.