Tíðindi

Eingi útlit fyri betri hølisumstøðum á Námsvísindadeildini í bræði

- Í løtuni verður arbeitt við at finna stigvísar loysnir, sum væntandi fara at gera støðuna betri, men tað tekur tíð, tí vit hava ikki einsamøll ræði á bygningunum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum

09.09.2020

At geva Námsvísindadeildini betri hølisumstøður er ein stór samansett uppgáva, ið fleiri myndugleikar eru partur av. Í hálvt hundrað ár hevur læraraútbúgvingin hildið til á Frælsinum í Havn; fyri fáum árum síðan flutti partur av deildini, tað er starvsfólkini, í onnur høli í grannalagnum, m.a. tí soppur er í bygninginum. Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, hevur júst havt fund við Landsverk og Fróðskaparsetrið um, hvat gerast kann fyri at bøta um umstøður teirra lesandi og starvsfólk fáa betri umstøður.

- Tað er ein liður í einum størri arbeiði at finna eina loysn. Tórshavnar kommuna eigur nakrar av bygningunum, sum Námsvísindadeildin húsast í. Tí kann tað verða upp á tal at gera eitt makaskifti millum kommununa, sum skal hava lendi afturfyri at lata landinum sín part av bygningunum. Ætlanin er, at stóra kampusið hjá Fróðskaparsetrinum skal vera á økinum, har flestu bygningarnir hjá Setrinum eru. Ein møguleiki er at savna alt virksemið hjá Námsvísindadeildini í fyrrverandi Venjingarskúlanum á Frælsinum, so hvørt sum høli verða tøk, tá næmingarnir flyta í Skúlan á Fløtum. Ein loysn kann vera at umvæla Venjingarskúlan, tað er tó ikki bara sum at siga tað, tí tað verður kostnaðarmikið, tí neyðugt verður at gera umfatandi tillagingar og ábøtur í gamla skúlanum. Aðrar loysnir hava eisini verið umhugsaðar, men tað er ein fyrimunur, um Námsvísindadeildin ikki skal húsast ov langt burtur frá restini av Setrinum. Annar møguleiki er at taka vánaligu partanar av bygningunum burtur og so umvæla og brúka betra partin. Tað er helst mest sannlíkt, tí bygningarnir eru í so ringum standi. Stendur tað til mín, so miða vit eftir at verða verandi í økinum og finna loysnir har. Men av tí, at tað eru fleiri aðrir myndugleikar, kunnu vit ikki einsamøll gera av, hvat hendir, og tað ger eisini, at hetta tekur tíð. Fyrr enn vit hava ræði á verandi bygningum, kunnu vit ikki siga, nær tey, sum starvast á Námsvísindadeildini, kunnu vænta at sleppa í onnur høli. Ber hetta ikki á mál, mugu vit finna aðrar loysnir aðra staðni í býnum.

Læraraútbúgvingin hevur leingi havt út av lagi vánalig høli til undirvísingina, og undirvísararnir rúmast ikki í sama bygningi sum tey lesandi, men í øðrum bygningi í grannalagnum.

- Eg ynski fyri okkara lesandi á Setrinum og fyri øll tey, ið starvast har, at tey fáa so góðar hølisumstøður og karmar annars, sum til ber. Tað er ein stórur trupulleiki, at hølisumstøðurnar á Námsvísindadeildini eru so ónøktandi. Aðalmálið er sjálvandi at fáa eitt veruligt nútímans lestrarumhvørvi, eitt kampus, sum fevnir um alt Fróðskaparsetrið. 
 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.