Tíðindi

Einastandandi framíhjárættur at sleppa at undirvísa børnum

Røða eftir Lydiu Didriksen, undirvísingarleiðara á Námsvísindadeildini, til nýggju lærararnar, ið fingu handað prógv í dag á Námsvísindadeildini. Umleið 30 lærarar fingu prógv.

3. juli 2020

Góðu tit øll,

Fyri 4 árum síðan stóðu tit her sum studentar, klár at fara undir lesturin, sum í dag er lokin. Um eina løtu verða prógvini handað, og henda løtan verður søga. Tá fara tit út hiðani fyri síðstu ferð sum ein samlaður flokkur við próvnum í hendi; nú sum lærarar anno 2020. Tit náddu tað, tit settu tykkum fyri – hjartaliga til lukku við tí. Nú kunnu tit taka tykkum av løttum, tøma høvdið og savna orku av nýggjum til næsta leikin.

Eftir summarfrítíðina kopla tit so í aftur, og vónandi fara tit tá út í føroyska skúlaverkið at brúka tann førning, sum útbúgvingin her á staðnum hevur givið tykkum. Tá byrjar ein nýggjur gerandisdagur í lívi tykkara – eg kundi eisini nevnt tað læraralívi tykkara. Hvønn morgun fara næmingar at standa og bíða tykkum, spentir at vita, hvat tit hava til teir henda ókomna dag.

Á leið 26 ymiskir tímar um vikuna hava flestu lærarar á tímatalvuni, og er skúlin stórur, er púra vanligt at hava eini 100 til 150 næmingar ígjøgnum eina viku. Eru tit heppin, so kunnu tit sleppa við eini 50 til 75 næmingum um vikuna svarandi til tveir-tríggjar flokkar. Hugsa tit so um lærarasamstarv, toymissamstarv og foreldrasamstarv fyri hvønn næming, so er eyðsæð, at samskifti er ein aðaltáttur starvinum.

Hetta kann ljóða so møtimikið, og mong eru tey, ið undrast á, at nakar finnur uppá at læra til lærara.

Sannleikin er tó tann, at tað er ein einastandandi framíhjárættur at sleppa at undirvísa børnum og at ferðast undir liðini á teimum, meðan tey vaksa til – vit læra nógv fram eftir vegnum saman við teimum.

Týdningarmikið fyri góða læraralívið eru karmarnir og fyriskipanirnar kring gerandisdagin, sum lærarar virka í.

Fólkaskúlin er ein sera væl skipað eind við neyvum kørmum og greiðum ásetingum, og tað ger tað lætt at finna seg til rættis innan skúlagátt. Har eru starvsfelagar, ið hava roynt at verið í somu støðu sum tit, og sum vita, hvørjar avbjóðingar bíða einum nýggjum lærara. Ein akkerskipan er í gildi úti í skúlunum, ið tryggjar øllum nýkomnum lærarum ein vegleiðara fyrstu tíðina í starvinum.

Fólkaskúlalógin ásetir yvirskipaðu málini fyri dagliga virksemið í floksstovunum. Kaga vit í endamálsorðingina, so fáa vit at vita, at vit skulu taka støði í heimligu mentanini; harvið ikki sagt, at vit skulu ala heimføðingar, men at vit skulu kjølfesta undirvísingina í føroysku mentanini og brúka hana sum pall at fata aðrar mentanir.

Amerikanski Jerome Bruner, ið (1915-2016,) var útbúgvin innan sálarfrøði og hevði serligan áhuga fyri læring og narrativiteti; hann helt uppá, at tað er mentanin, ið formar okkara tilvit og gevur okkum amboð, ið vit brúka at tilevna okkara fatan av okkum sjálvum, okkara umheimi og okkara førleikum. Og hann hevði ta fatan, at fremsta uppgávan hjá skúlaskipanini er at menna førleikarnar hjá børnum at brúka tey amboðini, sum mentanin hevur at bjóða.

Henda fatanin hjá Bruner sæst aftur í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini, tí hon leggur áherðslu á, at vit sum lærarar skulu ikki bara vera vitanarberar, men eisini mentanarberar, so næmingarnir kunnu fóta sær og kenna seg aftur í síni heimligu mentan, samstundis sum teir eisini læra at virða aðrar mentanir, og læra at fara væl um og virða náttúruna, soleiðis sum tey, ið undan fóru, gjørdu.

Og vit skulu eisini sambært endamálsorðingini búgva næmingarnar til innlivan, til samavgerð og samábyrgd, vísa teimum á rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelagi. Eisini skulu vit grunda okkara undirvísing og  samspæl á andsfrælsi, tollyndi og javnvirði. Hetta eru okkara mentanarligu navigatiónsamboð, so børnini kunnu tilogna sær felags samfelagsligu virðini. Og hetta speglast aftur, tá ið vit í skúlunum savnast til morgunsang, hava flaggdagshald, ynskja tjaldrinum vælafturkomnum, læra børnini kvæði og at kvøða, siga Føroyingasøgu fyri teimum, umframt so mangt annað, ið savnar okkum sum fólk.

At kunna børnini um mentanina, um fólkaræði og um at virða onnur og vera tolsom mótvegis øðrum og øðrum mentanum, snýr seg um dannilsi.

Havnarmaðurin og leikstjórin, Eyðun Johannesen, segði í eini samrøðu í einum av dagbløðunum, - eg siteri úr greinini: “at dannilsi, tað snýr seg um at vera eitt mentað menniskja, at mennast og búnast intellektuelt, at gerast rúmligari og duga at seta lívið og tilveruna í perspektiv. Tað er eisini at síggja tingini úr fleiri vinklum og víðka sjónarringin. Kynstrið er at skoða út um sín egna nalva og viðurkenna, at lívið og tilveran er størri enn eins egna hugsan og áskoðan. At hava nóg mikið í sær sjálvum og ikki vilja viðurkenna aðrar hugsanir og fatanir av lívinum og tilveruni er býttleiki og ómentaskapur.” Soleiðis kunnu vit eisini orða tað síðsta brotið í innganginum til fólkaskúlalógina.

Knýta vit aftur í Bruner og hansara fatan, at vit tilevna ella konstruera okkara sjálvsmynd við mentanarligum amboðum, so er eyðsýnt at kanna, hvussu  læraraleikluturin vísir seg í narrativum høpi. Sagt verður ofta, at skaldskapurin sigur privatu søguna í einum samfelagi og speglar rák og fatanir í tíðini.

Lesa vit t.d. Heðin Brú og hansara endurminningar, so sigur hann serliga frá einum fjarum og óhugaðum lærara, ið var snarsintur og harðligur. Hetta var ikki ein lærari, ið megnaði at læra frá sær, og sum vaksin maður undrast Heðin Brú á, hvussu lítið hann lærdi í barnaskúlanum. Eitt stutt tíðarbil høvdu tey ein vikar, tí lærarin var vorðin sjúkur, og hendan vikarin minnist hann sum gamal maður aftur á við takksemi. Hesin var bæði tolin og góðsligur, og lærdi børnini mangt eftir stuttari tíð.

Skemtiligar lýsingar av lærarum tróta ikki hjá Heðini Brú; t. d. í søguni “Mín fyrsti skúladagur”. Lærarin her er eisini snarsintur og burturhugaður, vaskar rondutar undirtroyggjur og fer til handils mitt í tímanum. Hann hevur nógv um at vera, men frálæra liggur honum ikki fremst í huganum. Tann tignarliga  heiðursmannin við álitisstørvum í bygdini lesa vit um í “Búravninum”. Hetta er ein sera vanlig lýsing, ið ofta sæst í søgum, og er helst ein fatan, ið hevur staðið sterk í Føroyum í mong ár.

Eina væl kenda læraramynd síggja vit í yrking eftir Róa Patursson, har kjarnin er tann alvitandi generalurin, ið veit alt best, og sum tyranniserar flokkin við peikifingrum og betrivitan.

Ein annan – ikki heilt óvanligan variant lesa vit um í stuttsøguni “Lærarin” eftir Heina Hestoy, har vit hitta læraran sum rukku hjá næmingunum. “Fet fyri fet fer hann skríðandi ígjøgnum skúlagarðin. Knappliga kemur eitt kavablak, ið rakar hann beint undir vangan, so kollurin rýkur av. Hann hyggur til viks og sær fleiri standa og flenna. Hann skilir ikki, hví børn eru so ónd, tí hann hevur ongantíð lagt hond á nakran. Fyrr var hann góður við tey, men nú hann ræddist tey, hataði hann tey”, skrivar Heine Hestoy.

Í hesum úrvaldu dømunum hitta vit tann fjara, harðliga og illsinta, tann  góðsliga og vitandi, tann tignarliga, tann autoritera og betrivitandi, og vit hitta eisini tann vanvirda lærarafigurin, sum líður undir sínum yrki.

Hóast ásetingar og krøv og siðbundnan tíðardiskurs, so er formurin ikki stadnaður; vit eru óbundin og kunnu sjálvi forma okkara leiklut sum lærarar ígjøgnum okkara val.

Tað skal vera mín vón, at tit øll fáa eitt jaligt og ríkt læraralív, at tit taka leiðsluna á tykkum inni í flokkunum, at tit minnast til, at lærarayrkið er ein professjón, og at tit tí altíð skulu vera professionell í tykkara samspæli við næmingar og foreldur, og at tit øll tora at vera týðilig og autentisk í tykkara læraraleikluti; og síðst men ikki minst: at tit ongantíð gevast at læra og menna tykkum.

Enn einaferð: hjartaliga til lukku!!!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.