Tíðindi

Ein góð leiðsla dugir at útluta ábyrgd

Ein skúlastjóri hevur so nógvar uppgávur, at hann verður valla meistari í øllum. Tí má hann luta uppgávur út og vísa fólki, sum taka ábyrgd, álit. Tað heldur Jóhan M. Stenberg, formaður í Skúlaleiðarafelagnum

26.01.2024

Meðan privat og almenn arbeiðspláss hava skikkað fólk at røkja ymiskar uppgávur, skal ein skúlastjóri ella skúlaleiðsla røkja allar tær somu uppgávurnar. Skúlastjórin skal vera kt-leiðari, starvsfólkaleiðari, námsfrøðiligur kveikjari, sálarhirði og mangt annað. Í samrøðu við Skúlablaðið lýsir skúlastjórin í Skúlanum á Giljanesi skúlastjórastarvið at vera sum ein høgguslokkur. Jóhan M. Stenberg heldur, at tað er ein trupul uppgáva at fevna um og útinna allar uppgávurnar.

- Ein skúlastjóri hevur so nógvar uppgávur, at hann verður valla meistari í øllum. Tí má hann luta uppgávur út og vísa fólki, sum taka ábyrgd, álit. Skal hann kunna tað, so mugu sjálvsagt orka og tímar fylgja við. Avbjóðingin er bara, at tá ið tímarnir eru fáir, og øll hava meiri enn ov mikið at gera, so enda nógvar uppgávur aftur hjá stjóranum. Fleiri av serfunktiónunum í skúlanum, so sum førleikastovan og AKT-skipanin, hava sera stórar uppgávur at røkja, ikki minst eftir keðiliga úrslitið av nýggjastu trivnaðarkanningini, men bæði førleikastovan og AKT-skipanin hava alt ov fáar tímar til at kunna gera nakað munagott at venda teirri gongdini. Skipanin er undir alt ov stórum trýsti. Vóru nóg mikið av tímum í skipanini kundi leiðslan raðfest, til dømis latið AKT-skipanini nógvar tímar, so hon kundi gjørt eitthvørt munagott fyri trivnaðin í skúlanum – og óivað megnað uppgávuna betur enn leiðslan.

Fyri nøkrum fáum árum síðan fingu tey, sum sita í leiðslunum í skúlunum, møguleika at nema sær eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Góð námsfrøðilig leiðsla verður framd saman við starvsfólkunum, heldur Jóhan M. Stenberg.

- Sjálvsagt eigur stjórin at ganga á odda og hava endaligu ábyrgdina, men hann hevur ikki allar loysnirnar, og í grundini ger hann einki einsamallur. Í øllum skúlum eru lærarar við nógvum góðum og viðkomandi førleikum. Tað ræður um at vísa teimum álit og geva teimum uppgávur, sum svara til førleikarnar, teir hava.

Skipanin við skrivara er sera ymisk frá skúla til skúla, mangan eisini ymisk frá skúla til skúla innan sama kommunumark. Tað eru kommunurnar, sum seta skrivararnar. Jóhan M. Stnberg heldur, at Undirvísingarstýrið eigur at skera ígjøgnum og seta eina skipan í verk galdandi fyri allar skúlar.

- Í Skúlaleiðarafelagnum halda vit, at fyri hvørjar 50 næmingar eigur skrivari at vera til arbeiðis 8 tímar, fyri hvørjar 100 næmingar 16 tímar og so framvegis, og tá ið næmingatalið kemur upp um 250, er tørvur á meiri enn einum skrivara. Skrivararnir kunnu gera nógvar av umsitingarligu uppgávunum, sum stjórarnir hava. Tað hevði loyst upp fyri nógvari orku, um vit fingu eina betri skipan við skrivara. Sum støðan er, er skipanin sera veik; tað er í grundini eingin leistur, hvussu nógva tíð ein skrivari skal vera í starvi. Summar kommunur raðfesta at seta skrivara í skúlan í høgum setanarbroti, men tað er undantakið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.