Tíðindi

Ein fesk byrjan við nýggjum lærarum

Tað er altíð spennandi hjá nýggjum lærarum at fara til verka á fyrsta sinni, og tað er somuleiðis stuttligt hjá verandi lærarum og leiðslum at fáa nýggjar starvsfelagar. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

06.08.2020

Fleiri nýggir lærarar fara nú út í skúlarnar og fáa kærkomnar royndir, og vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum. Hesir munnu verða serliga spentir at sleppa at royna seg í skúlanum, har ástøði og starvslæran vónandi hevur givið teimum innlit og vitan um skúlaverkið og næmingar.

Nógv viðurskifti eru at seta seg inn í, og vónandi fáa allir nýggir lærarar eitt gott akkersfólk, ið kann veita fakliga vegleiðing og hjálpa til við ymiskum praktiskum.

Lønarvøksturin

Tann nýggi lærarin hevur helst fingið við, at í juni varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður. Í nýggja sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið er løn okkara farin 2,56% upp frá 01. oktobur 2019. Hetta merkir, at lønarstigin hjá vanligum lærarum nú sær soleiðis út fram til 01. januar 2021, tá ið lønin aftur fer 2,05% upp.

Lærarar eru tvey ár á sama lønarstiga. Tvs., at á tí trettanda árinum kemur ein á endalønina.

01.10.19 – 01.01.21:

27.488,22 kr.

28.671,51 kr.

29.952,86 kr.

31.340,93 kr.

32.843,51 kr.

34.471,64 kr.

35.638,84 kr.

Í januar komandi ár hækka lønirnar við 2,05 %, og tað merkir, at endalønin tá nærum verður 36.400 kr. fram til 01. oktobur 2021. Tá veksur lønin aftur 1,25%.

Útvíðkað akkersskipan

Nýútbúnir lærarar, ella lærarar, sum fyrstu ferð fáa eina fasta tímatalvu, hava rætt til 40 tímar til samstarv og vegleiðing við akkerslærara.

Akkerslærarar skulu somuleiðis hava 40 tímar til samstarv við nýggja læraran. Akkerslærarin má hava orku, tíð og veruliga tíma hetta samstarv. Vónandi hugsa leiðslur eisini væl um, hvønn tey seta sum akkerslærara.

Løn fyri leiðsluábyrgd

Fær tann nýggi leiðarin ein leiklut í einari førleikastovu sum serlærari ella enntá leiðari, so eru umstøðurnar batnaðar hjá júst leiðaranum. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá nevndini, at leiðarar í førleikastovum okkara kring landið fáa løn fyri hesa leiðsluábyrgd.

Tað, sum leiðslur fyrr tóku sær av viðvíkjandi serøkinum, lesi-rokniskeið, næmingar við serligum avbjóðingum o.s.fr., er nú flutt til førleikastovurnar at leiða og skipa. Tó so, leiðarin og lærararnir í førleikastovum samskifta nógv við leiðslur, og á fleiri skúlum er fastur fundardagur m.a.

Í nýggja sáttmálanum fær ein leiðari lønarviðbót í mun til, hvussu nógvar tímar verða lutaðir til skúlan á júst tí økinum.

Vit ynskja øllum teimum nýggju lærarunum vælkomnum og blíðan byr í føroyska skúlaverkinum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.