Tíðindi

“Eg føli, at eg einki dugi”

– Foreldur hava alt at siga fyri at minka um trýstið, ið nógv ungfólk liva undir í dag, nevniliga alla tíðina at skula avrika framúr, sigur granskari

23. oktober 2020

Ingunn Marie Eriksen hevur havt samrøðu við 53 ungfólk í Noregi í aldrinum 15 til 17 ár um strongd, ið verður mett stava frá skúlanum og foreldrunum.

Hon er granskari við Instituttið NOVA á OsloMet; hon sigur, at tað síðstu árini hevur verið ein vøkstur, tá ið talan er um sálarligar heilsutrupulleikar millum ungfólk. Ein eldri kanning frá sama institutti sigur, at tað er neyvt samband millum sálarligar avbjóðingar hjá ungfólki og strongd í skúlanum.

– Tað er millum ungfólk í miðalstættini, at sálarligu trupulleikarnir eru størstir. Tí havi eg sett mær fyri at finna út av, hvat samband er millum stætt, sum tey ungu hoyra til, og so strongd orsakað av skúla og foreldrum.

– Frá fyrr vita vit, at foreldur hava stóra ávirkan á, hvat fyri hugburð ungfólk hava til útbúgving og arbeiðsmoral, sigur Eriksen.

Hon hevur havt samrøðu við ungfólk, sum hoyra til ávikavist fíggjarligu miðalstættina og mentanarligu miðalstættina. Í fíggjarligu miðalstættini eru fólk sera væl fyri fíggjarliga, men hava ikki høga útbúgving og mentanarligan kapital. Í mentanarligu miðalstættini hava fólk høgan mentanarligar kapital, men ikki eins høgan fíggjarligan kapital. Í báðum bólkum seta ungfólkini sálarligu avbjóðingarnar, tey hava, saman við stóra trýstið at avrika í skúlanum og óttan fyri ikki at megna tað.

– Tað vekir stúran at hoyra ungfólkini siga frá, hvussu bangin tey eru fyri ikki alla tíðina at vera best, sigur Eriksen.

Ein av teimum, sum eru í kanningini, greiðir frá:

Tað er handa gleðisloysiskenslan, sum kemur aftur (…) Tað er tá, at tað verður truplast. Soleiðis er tað ‘Oi, eg fari ikki at klára tað líkamikið hvat’ (…) eg dugi einki ella eg eri ikki eitt gott menniskja. (…) Eg kenni meg sum ein tapara.

Hóast ungfólkini í báðum bólkunum hava hetta í felag, er stórur munur á teimum.

– Meðan ungfólkini í fíggjarligu miðalstættini í stóran mun vísa á trýstið frá foreldrunum sum orsøk til strongd orsakað av skúlanum og sálarligu avbjóðingarnar, so vísa ungfólkini í mentanarligu miðalstættini á seg sjálv og egnu høgu væntanirnar. Foreldrini í báðum bólkum hava stórar væntanir og ambisjónir vegna síni børn, men tey tosa ikki á sama hátt.

– Foreldrini í fíggjaligu miðalstættini hava týðilig krøv og væntanir, sum hava við skúlating og skúlaúrslit, sigur Eriksen.

Ein av teimum, sum eru í kanningini, greiðir frá:

Hjá mær kemur tað frá foreldrum mínum, sum altíð hava (…) gjørt tað rættiliga greitt, at tað er umráðandi at klára seg væl.

Ein annar av luttakarunum í kanningini, Ella, sigur frá intenstum og onkuntíð rættiliga fyrilitarleysum trýsti serliga frá mammuni, sum hon eisini setir í samband við etingarólagið, sum hon stríðist við.

Mamma er eitt ógvuliga fitt fólk (…). Vit kunnu altíð læna pengar, vit fáa altíð okkurt, men hon tolir ikki dovinskap, tað er nakað, hon ikki orkar fyri, sigur hon.

Hon lýsir mammuna at vera ógvuliga upptikna av lívinum hjá dóttrini, serliga tá ið talan er um at gera skúlating, at eta sunt og venja nóg mikið.

Ella hevði fyri stuttum ein virus, uttan at hon visti av tí. Hóast hon var ógvuliga móð, tí hon var sjúk, arbeiddi hon nógv við skúlatingum. Samstundis fekk hon ringa samvitsku, tí hon bara vandi tvær ferðir um vikuna, í staðin fyri seks ferðir, sum hon vanliga ger.

– Hesi ungfólkini lýsa eitt tvílyndi. Samstundis sum tey siga, at trýstið at avrika og ábyrgdin fyri sálarligu trupulleikarnar, tey stríðast við, kemur frá foreldrunum, skilja tey væl, at foreldrini leggja trýst á tey, og tey halda eisini, at tað er í lagi, at tað er so.

– Tað er lutvíst tí, at málini hjá foreldrunum og teimum ungu eru tey somu, nevniliga at tey skulu fáa góð arbeiði og klára seg væl í samfelagnum, sigur Eriksen.

Foreldrini í fíggjarligu miðalstættini aftra seg ikki við at revsa og løna ungfólkunum fyri at avrika.

Ungfólkni siga eitt nú, at foreldrini revsa tey, tá ið tey ikki klára seg væl í skúlanum við eitt nú at taka fartelefonina frá teimum, ella at siga við tey, at tey skulu rinda foreldrunum pengar, um tey fáa vánaligar karakterir.

– Tað kom óvart á meg, at tað eru so greiðar avleiðingar fyri ungfólkini, tá ið tey ikki klára seg so væl sum foreldrini vilja, og at revsingarnar verða settar í verk alt fyri eitt, sigur Eriksen.

Í mentanarligu miðalstættini siga ungfólkini frá um foreldur, sum ikki hava avgjørd krøv og væntanir, men heldur ikki hjálpa, stuðla og eggja teimum ungu at røkka sínum málum.

Soleiðis lýsir Kristine síni foreldur:

Tey gera alt fyri meg, rudda kamarið, keypa matin, sum eg vil hava, tey reiða seingina. Tey gera alt, soleiðis at eg kann fáa tað, mær tørvar.

Her siga ungfólkini frá, hvat liggur aftan fyri tað, tey gera, umframt sjálvdisiplin:

Tað er okkurt við væntanunum, sum eg havi til mín sjálvs. Eg havi altíð følt, at eg má vera best har eg eri. Eg havi aldri skilt, hvaðani tað kemur frá, bæði systir mín og eg eru ógvuliga samvitskufullar, men eg havi aldri hildið, at tað kemur frá foreldrum mínum, sigur Jeanette. 

Fleiri av ungfólkunum í hesum bólkinum hava høgar ambisjónir egna vegna og trýsta seg sjálv ógvuliga hart fyri at røkka málunum, tey hava sett sær. Kristine, sum hevur sett sær fyri at verða upptikin á einum Ivy League-universiteti í USA, sigur, at hon helt uppat at íðka ítrótt og at venja fyri at klára øll skúlatingini.

– Hon segði, at hon í staðin ansaði eftir, hvussu nógv hon át, so hon ikki fór fram í vekt. Hon svav lítið og hevði aldri tíð at vera saman við vinum, men kortini sá hon ikki nakrar møguleikar fyri at slappa av, sigur Eriksen.

– Tað er áhugavert, at útbúgving hevur so stóran týdning fyri sálarheilsuna hjá ungum. Hetta snýr seg ikki eittans um, hvussu skúlaskipanin er, men tað er ein gongd, sum vit síggja um allan heimin. Onnur gransking vísir eitt nú, at krøvini til at vera fullkomin vaksa. Útbúgving verður hildið at vera meiri umráðandi nú enn fyrr, og strongd orsakað av skúlanum verður oftari sett saman við álvarsligum sálarligum trupulleikum, sigur Eriksen.

– Henda kanningin vísir, at leikluturin hjá foreldrunum hevur stóran týdning, tá ið vit hugsa um at miðla krøvini, antin tað er óbeinleiðis ella týðiliga og greitt orðað. Foreldur kunnu tí minka um trýstið, sum ungfólkini kenna á sær, sigur hon.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.