Tíðindi

Eftirløntir lærarar hittast

Tíðindaskriv frá FLE

14.02.2020

Kæru limir í FLE

Nevndin er farin til verka aftur í nýggja árinum, og vit hava sett út í kortið nøkur tiltøk. Tað fyrsta er ein limadagur, sum verður mikudagin 26. februar. Ætlanin er at hittast á Hotel Hafnia kl. 12.00, har vit fáa okkum ein bita at eta. Hotellið hevur eitt sjálvtøkuborð við nógvum góðum. Prísurin er 150 kr fyri hvønn. Hafnia skal hava at vita, hvussu mong vit vera, so meldið tykkum til á gunnvoraryggi@gmail.fo í seinasta lagið mánadagin 23/2.

Aftaná, uml. kl. 14, er so ætlanin at fara at vitja Glasir.

Aðalfundurin hjá FLE er settur at vera mikudagin 11. mars kl. 14 í felagshúsinum hjá Lærarafelagnum, Pedda við Stein gøta 9.

Allir limir í starvsnevndini standa fyri vali.

Vísandi til §14 í viðtøkunum hevur nevndin fylgjandi uppskot til broytingar í §4 :

Stk 1 Valdir verða 5 limir og 2 tiltakslimir til starvsnevndina hjá FLE. Nevndarval verður á aðalfundi á hvørjum ári, soleiðis at 2 limir standa fyri vali ómakað ár og 3 limir makað ár.

Stk 2 Stillað verður upp á fundinum. Í minsta lagi 7 fólk skulu á uppstillingarlistan.

Stk 3 Á valseðilin verða í mesta lagi skrivað nøvnini á fimm av teimum uppstillaðu.

Stk 4 Tey, ið fáa 6. og 7. flestar atkvøður, eru tiltakslimir.

Stk 5 Valbær eru og valrætt hava eftirløntir limir í Føroya Lærarafelag.

Viðmerking til stk 1 : fyri 2020 er galdandi, at 7 limir verða valdir. Tað verður við lutakasti avgjørt, hvørjir nevndarlimir standa fyri vali í 2021.

Summarskeiðið NPT (Nordisk Pensionist Træf) verður í Noregi 15. – 19. juni; vit hava ikki fingið skeiðslýsingina enn, hon verður løgd út á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum og send tykkum gjøgnum e-post, tá hon er tøk.

Vit minna á at senda okkum teldupostadressur tykkara, so vit lættari kunnu samskifta.

Vh

Nevndin í FLE

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.