Tíðindi

Eftir- og ískoytisútbúgvingar eiga at verða loystar fíggjarliga frá fólkaskúlajáttanini

- Tað eigur at vera ein undirkonta, sum bara er til førleikamenning av lærarum og leiðarum. Avleiðingin av, at eingin undirkonta er, er, at vit ikki so frægt sum megna at hava eina eftirútbúgving á skránni á hvørjum ári. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

27.09.2021

Tað er ein stórur meinbogi fyri eftir- og ískoytisútbúgvingarnar hjá lærarum, at hesar verða fíggjaðar av samlaðu játtanini til fólkaskúlan. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at eftir- og ískoytisútbúgvingar eiga at verða loystar fíggjarliga frá fólkaskúlajáttanini.

- Skipanin hjá okkum er soleiðis, at alt, sum hevur við fólkaskúlan at gera, verður fíggjað innan fyri sama fólkaskúlakarm, og hesin karmurin er ikki vaksin samsvarandi framskrivingum og størri krøvum til fólkaskúlan. Í og við at meiri og meiri skal rúmast í einum minni karmi, verður hann trengri og trengri. Øll undirvísing, serundirvísing og menning av fólkaskúlanum skal rúmast í hesum karminum. Tá ið lønin hjá lærarum hækkar ella tvungna uppsparingin og eftirlønin dýrka, so hækkar samlaða játtanin ikki samsvarandi, ei heldur tá ið nýggj øki verða løgd inn í karmin, sum til dømis undirvísining í føroyskum sum annaðmál. Talið á teimum næmingum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er vaksið í nógv ár, men pengar fylgja ikki við. Tað sama er við serstovunum, sum eru komnar síðstu árini inn í skúlarnar. Heldur ikki eyka fígging er sett av til tað. Tá ið samanum kemur, so er so trongt innan fyri verandi fíggjarkarmar, at eingir pengar eru til eftir- og ískoytisútbúgvingar av lærarunum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Einasta gongda leið at koma burtur úr hesum er at loysa eftir- og ískoytisútbúgvingar frá fíggjarkarminum til fólkaskúlan. Hetta hevur Lærarafelagið borið upp á mál við landsstýrismannin í skúlamálum.

- Tað eigur at vera ein undirkonta, sum bara er til førleikamenning av lærarum og leiðarum. Avleiðingin av, at eingin undirkonta er, er, at vit ikki so frægt sum megna at hava eina eftirútbúgving á skránni á hvørjum ári.

Raðfestingin av, hvørjar eftir- og ískoytisútbúgvingina eru á skránni, verður gjørd í landsstýrinum. Tað er landsstýrismaðurin við skúlamálum, sum hevur gjørt av, at eftirútbúgving av lærarum í føroyskum sum annaðmál er tikið fram um eitt nú kt-varðaútbúgvingina og skúlabókavarðaútbúgvingina, ið bíðað hevur verið eftir í nógv ár. Tað er eisini nógv ár síðan, at lesivegleiðaraútbúgving og orðblindaútbúgving vóru á skránni, nógvir lærarar, sum hava ta útbúgvingina, eru farnir frá fyri aldur, og tí er eisini tørvur á at seta hana á skránna skjótt.

- Landsstýrisfólkið hevur gjørt av, at føroyskt sum annaðmál skal verða styrkt, og tað eru pengar í ávísan mun játtaðir til. Landsstýrisfólkið hevur eisini sagt, at vit skulu í gongd við skúlabókavarðaútbúgvingina og kt-varðaútbúgvingina, men tá eingir pengar eru til tað, koma tær ikki á skránna. Um tað er tilvildarligt, hvat verður raðfest, veit eg ikki, men samgonguskjalið sigur einki um, hvat eigur at verða styrkt í fólkaskúlanum, burtursæð frá føroyskt sum annaðmál, hóast vit vita, at tørvur er á serútbúgving og førleikamenning á nógvum økjum. Tørvurin er stórur á serútbúgving og førleikamenning, sama um tað er lesing, serligur tørvur ella kt. Tað er bara at spyrja lærarar og leiðslur, ella at hyggja at teimum kanningum, vit hava. Men vit síggja at skúlamyndugleikin raðfestir ikki hetta, kanska bæði tí at eingir pengar eru, og tí at politiski myndugleikin ikki sær týdningin at menna hesi viðurskifti.

Ein onnur neyð er, at tey, sum hava eftir- og ískoytisútbúgvingar, ikki sleppa at brúka sína vitan í fólkaskúlanum.

- Í staðin fyri at seta lesivegleiðara ella serlærara at undirvísa næmingum, sum hava avbjóðingar at lesa, velja skúlaleiðslur at seta hjálparfólk og námsfrøðingar, sum ikki hava undirvísingarførleika ella førleika at hjálpa barninum fram á leið sum lesara, tí at henda loysnin er bíligari. Hetta er sera margháttligt; tað vísir vantandi virðingina og fatanina av týdninginum, at næmingar fáa røttu hjálpina.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.