Tíðindi/Greinar

16.05.2017

EDU-ARTIC vekur náttúruvísindaliga forvitnið hjá næminginum

Eitt gott høvi at seta náttúruvísindi og náttúruvísindaliga gransking á skrá í hádeildini í fókaskúlanum eru tilboðini, ið Jarðfeingi hevur fingið til vega í verkætlanini EDU-artic. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

Náttúruvísindin í fólkaskúlanum eigur at mennast. Laka úrslitið í náttúruvísindum hjá 9. floks næmingum í øllum í PISA-kanningini kom ikki so óvart á okkum, ið dagliga fáast vit hesar lærugreinarnar í fólkaskúlanum. Men “einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt”. Laka úrslitið hevur alvt til eitt gott kjak um náttúruvísindina í skúlanum millum skúlafólk og myndugleikarnar. Granskað verður nú úrslitunum, og tað er skilagott. Um fleiri geva náttúruvísidaligu lærugreinunum ans, fer tað at menna hesar lærugreinarnar.

Eitt gott høvi at seta náttúruvísindi og náttúruvísindaliga gransking á skrá í hádeildini í fókaskúlanum eru tilboðini, ið Jarðfeingi hevur fingið til vega í verkætlanini EDU-artic. Verkætlanin er ókeypis at luttaka í, og hesum tilboði havi eg valt at taka av við 8. flokkinum, ið eg undirvísi í náttúruvísindum. Verkætlanin hevur 5 amboð, av hesum eri eg byrjaður við netfyrilestrum, polarpedia og náttúrukanningum. Serliga er tað netfyrilestrarnir, ið hava vakt náttúruvísindaligar spírar og elvt til áhuga og undran millum næmingarnar.

Fyrsti netfyrilesturin flokkurin luttók í var við jarðfrøðinginum Irene Aarberg, ið greiddi frá jarðfrøðiligum meginreglum og viðurskiftum í fjallinum Sátuni á Streymoynni. Fyrilesturin fangaði næmingarnar, og tøknin var løtt at nýta og riggaði væl. Vit sóu bæði framløguna og granskaran, samstundis sum vit kundu kjatta við hana. Fyrilesturin endaði við eini spurnakapping á Kahoot. Næmingunum dámdu væl at svara við appini á fartelefonini og fylgja við gongdini á samvirknu talvuni. Samanumtikið ein góður skúlatími, har fak, granskari, lærari, skúlin og tøknin skaptu eitt gott umhvørvi hjá næmingunum at undrast og læra náttúrivísindi í.

Fleiri fyrilestrar er settir á skrá fyri mai og juni mánað. Yvirlit yvir hesar er niðanfyri. Í fyrilestrum verða faklig evni viðgjørd, ið eru partar av námsætlanini í náttúruvísindaligu lærugreinunum í hádeildini. So sum jarðfrøðilig ávirkan av seinastu ístíðini í Føroyum og hvussu granskarar við seismikki kunnu hyggja inn í Jørðina. Tað ger teir tað meira viðkomandi.
EDU-artic-verkætlanin hevur fleiri tilboð, sum hvør í sínum lagi kunnu vekja áhugan fyri náttúruvísindum hjá einstaka næminginum og styrkja náttúruvísindina í skúlanum. Men hetta hendir bara, um tilboðini verða brúkt í skúlanum, og næmingurin møtir kanningunum og granskarunum í undirvísingini. Aftur í hesum er tað lærarin, ið er avgerandi.

Tað krevur tíð og umstøður at vera við í EDU-artic-verkætlanini. Tí fer tað at styrkja verkætlanina, um slóðað verður fyri hjá lærarum, ið vilja taka lut í hesum. Her eiga skúlin og myndugleikarnir laga umstøðurnar hjá læraranum, so at hann lætt kann luttka við sínum flokki.

Eg vil takka Jarðfeingi fyri at hava veitt skúlanum hendan møguleikan, og vil heita í avvarðandi myndugleikar at geva lærarum lagaligar umstøður at luttaka í EDU-artic-verkætlanini.


Fyrilestur: Jarðfrøðin á Sátuni, hvat er elst og hvat er yngst?
http://jf.fo/fyrilestur-jardfrodin-a-satuni-hvat-er-elst-og-hvat-er-yngst/

Yvirlit yvir netfyrilestrar:
http://edu-arctic.eu/program/lessons

Les meira:
http://jf.fo/verkaetlanir/edu-arctic/

Filmur um Edu-arctic verkætlanina:
https://www.youtube.com/watch?v=MPLNHfLJksI

Heimasíða hjá Edu-arctic verkætlanini:
http://edu-arctic.eu/


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan