Tíðindi

Dynamikkur skal vera á einum bókasavni

Áhugamálini, ið fylla nógv hjá bókavørðinum, Fríðbjørg Joensen Poulsen, eru lesnaður, bøkur og føroyskur dansur.

20.03.2019

Hon er bókavørður  í Vágs Skúla og undirvísir eisini í innskúlingini í eitt nú heimstaðarlæru, kristni og list, men brennandi áhugin fyri føroyska dansinum sæst eisini aftur í vanliga skúladegnum.

Tá prátið kemur inn á børn og lesivanar, so metir Fríðbjørg Joensen Poulsen, at neyðugt er at halda børnum til, tí annars er vandi fyri, at tey ikki lesa.

-  Eg royni altíð at vera blíð og vísa teimum, hvat er á bókasavninum. Okkara bókasavn liggur ikki soleiðis fyri, at ein dettur inn á gólvið, og tí er neyðugt at halda børnunum til at vitja bókasavnið. Eg práti eisini nógv við lærararnar um tað at lesa og týdningin av, at eisini lærarar halda børnunum til, sigur Fríðbjørg Joensen Poulsen.

- Eg bjóði ofta næmingunum á bókasavnið og vísi teimum, hvat er at finna. Tí tað hevur týdning, at vit lesa tað, sum er føroyskt. Tí um vit ikki lesa tað, sum føroyskt er, hvør skal so? spyr Fríðbjørg, sum sjálv lesur dúgliga í síni frítíð.

- Dynamikkur skal vera á einum bókasavni, og tað skal eisini vera eitt stað, har ein kennir seg væl. Eg skipi javnan fyri bókaframsýningum, fyri at vísa á, hvat er til taks, og kanska hvat nýtt er komið, sigur Fríðbjørg Joensen Poulsen.

- Tað hevur sjálvsagt týdning, at næmingar fáa eina bók, ið hevur áhugan hjá tí einstaka, og sum hóskar til teirra lesiførleika. Ein bók er ein bók, um hon er stór ella lítil, og síðutalið er stórt ella lítið.

Børnini eru fitt, og teimum dámar væl at koma á bókasavnið. At bøkur eru litríkar og fanga eyguni,  hevur stóran týdning hjá smærru børnunum, sigur bókavørðurin í Vágs Skúla.

- Eg eri ikki samd við teimum, sum siga, at børn í dag ikki lesa. Men sum við øllum øðrum, so hevur tað týdning, at bókavørður og lærarar halda børnunum til, sigur Fríðbjørg Joensen Poulsen og nevnir, at hetta sama sær hon eisini í føroyska dansinum, har hon ger nógv við at fáa ungfólk við og at kveikja áhuga teirra fyri føroyska dansinum.
- At einum dámar tað væl sjálvur smittar eisini. Og mær dámar so sera væl á bókasavninum, og eg elski at vera til tænastu her, sigur Fríðbjørg Joensen Poulsen, bókavørður.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.