Tíðindi/Greinar

20.02.2023

Dansinum er lív lagað

Tað, at næmingar fáa ábyrgd, og álit verður sýnt teimum, ger nakað serligt við teir. Tað er júst hetta, vit skulu brúka í kvæðaundirvísing og allari undirvísing. Vit skulu geva næmingunum meira ábyrgd og vísa teimum álit. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit føroyingar eru ríkaðir av mentan, og mentanin hjá okkum spennir sera vítt. Okkara uppgáva sum lærarar er at bera hesa mentanina víðari til næmingar okkara, so teir kunnu bera tað víðari eftirfylgjandi – júst sum tað hevur verið seinastu øldirnar.

Ein partur av hesi mentanini er føroyski dansurin og kvæðini, vit eru ríkað við.

Sjálvur minnist eg væl, at tað bleiv nógv dansað í skúlanum í Hvalba, har eg sjálvur gekk míni barna- og ungdómsár. Eg minnist væl, at sjálvt í fríkorterinum bleiv tað dansað. Lærarar og børn saman.

Næmingarnir blivu «uppaldir» at skipa kvæðini. Tað, at næmingar fáa ábyrgd, og álit verður sýnt teimum, ger nakað serligt við teir. Tað er júst hetta, vit skulu brúka í kvæðaundirvísing og allari undirvísing. Vit skulu geva næmingunum meira ábyrgd og vísa teimum álit.
Enn í dag, tá eg eri í dansi, sita kvæðini rímiliga væl, hóast eg ikki havi gjørt nógv burturúr tí seinastu árini.

Á Skúlanum á Argjahamri verður dansurin høgt raðfestur. Lærarar dansa, greiða frá søgunum um kvæðini hvør í sínum lagi, og í eitt tíðarskeið hevur tað verið kvøðið ein tíma um vikuna, har deildirnar kvøða saman.
Umframt tað, ið avvarðandi lærari kvøður við næmingunum, hava deildirnar hvør sítt felagskvæði.

Tað eru trý kvæði, ið verða kvøðin á hvørjari deild – eitt fyri hvørt skúlaárið. Tá næmingurin so er liðugur við 9. flokk, hevur næmingurin lært seg níggju kvæði.

Hetta vísir seg at eydnast væl, og næmingarnir eru hugagóðir.

Tveir lærarar á skúlanum hava føroyskan dans á tímatalvuni – ein tíma um vikuna. Hesin tímin verður brúktur til at ferðast millum flokkarnar, at fyrireika undirvísingartilfar og at menna henda týdningarmikla mentanararvin, sum vit í dag eru góð við og glað fyri, og sum má tryggjast í framtíðini.

Tað eru ikki allir lærarar, ið kenna seg tryggar við at skula standa fyri kvæðaundirvísingini; teir kenna seg ikki tryggar í eitt nú at skipa. Tí er tað gott, at kvæðalærararnir fáa møguleika at stuðla upp undir teir lærarar, ið ikki eru tryggir við kvæðaudirvísing.

Hetta skúlaárið hevur nógv verið gjørt fyri dansin. Dansiáhugaðir lærarar hava skipað fyri tiltaki fyri lærarar úr øllum landinum. Hetta var ein liður í kvæðastevnuni, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum í farnu viku.

Endamálið við hesi kvæðastevnuni var at stuðla upp undir kvæðaundirvísingina og at geva næmingunum positivar upplivingar í sambandi við dansin. Eisini fáa næmigarnir høviðat hitta onnur børn í sama aldri, har tey øll eru saman um sama endamálið.

Hetta kunnu vit gleðast um, og fyriskiparirnar eiga stórt rós uppiborið fyri at hava skipað fyri hesum góða, væleydnaða tiltaki.

Nú eru vit í føstu, so nú er friður á gongini. Eingin dansur er at hoyra, men nógv glað andlit eru at síggja, sum hava fingið nógv burtur úr hesum dansivetrinum. Vit gleðast øll um, at mentunaravurin er í góðum, tryggum hondum, og vit gleða okkum øll at sleppa upp á gólv aftur.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan