Tíðindi

Dagurin hjá fólkaskúlanum

Almennur valfundur um fólkaskúlan verður hósdagin kl. 15.15-17.00 í auluni á Námsvísindadeildini.

30.11.2022

Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almennum pallborðsfundi um fólkaskúlan. Valevni úr øllum flokkum luttaka.

Evni, sum verða viðgjørt, eru hesi:

* hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
* umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
* læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
* hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast

Valevnini fáa høvi at greiða frá síni hugsan, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.

Valfundurin verður eisini stroymdur á https://www.youtube.com/watch?v=V1eR_NvMhQE

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.