Tíðindi

Børnini, breiddin og tey bestu – hvat kunnu vit í Føroyum?

Á ráðstevnini, sum hevur fingið heitið »Børnini, breiddin og tey bestu – hvat kunnu vit í Føroyum?«, verður dentur lagdur á trý ymisk evni. Ráðstevnan verður í Kongshøll fríggjadagin 2. februar.

31.01.2024

Fyrsti partur snýr seg um barnaítrótt og ítrótt innan skúlagátt. 

Annar partur snýr seg um samstarv millum ítrótt og heilsuverkið – og ítrótt sum heilivág. 

Triði og seinasti partur snýr seg um tey, sum íðka úrvalsítrótt. Eitt nú fáa vit eitt boð uppá spurningin: Hvat er tað, sum vit kunnu í Føroyum, sum man ikki kann aðrastaðni? 

Tað verða í høvuðsheitum føroyskir granskarar, sum fara at hava fyrilestrarnar og leggja sína vitan fram. Støðið verður tí sum heild tikið í føroyskum viðurskiftum. Hartil verða eisini tveir útlendskir granskarar við, umframt umboð fyri ÍSF og Setrið.

Magni Mohr, professari í ítrótti á Setrinum, sigur, at tað er nógv viðkomandi vitan um rørslu í Føroyum, tí vit hava eftirhondini eitt granskingarumhvørvið við nógvum granskarar innan hetta evnið.

– Hinvegin eru eisini nógv fólk í Føroyum, sum onkursvegna hava við íðkarar, ítrótt ella rørslu at gera. Bæði í ítróttarlívinum, innan skúlan ella innan heilsuverkið. Vit vilja fegin savna øll hesi fólkini og greiða teimum frá pørtum av tí vitan, sum føroyskir granskarar hava funnið fram til, sigur Magni Mohr. 

Ráðstevnan er ætlað feløgum, sambondum, kommunum, landsmyndugleikum, myndugleikum, sum varða av ítrótti og av fólkaskúlum – og fólki innan heilsuøkið. Eisini er opið fyri almenninginum.

Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, vónar, at ráðstevnan fer at savna øll tey, sum onkursvegna fáast við íðkarar, ítrótt ella rørslu í Føroyum.

– Vit vita, at rørsla og ítróttur hava óteljandi fyrimunir við sær – bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Men spurningurin er, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt – bæði land, kommunur, skúlar, heilsuverk og føroyskur ítróttur. Tað hevur týdning at vit tosa um, hvussu vit skipa okkum best. Tí vóni eg, at ráðstevnan fær góða og breiða undirtøku, sigur Elin H. Joensen. 

Ítróttarráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju 02.02.24.

Ráðstevnan byrjar kl. 9.30 – 14.00 (ábit á middegi).

Ráðstevnan er ókeypis, men tilmeldingin fer fram á www.atgongumerki.fo í seinasta lagi 31. januar 2024.

Tak alla skránna niður https://isf.fo/wp-content/uploads/2024/01/Radstevna-um-itrott-Bornini-breiddin-og-tey-bestu-hvat-kunnu-vit-i-Foroyum-Skra-6.pdf.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.