Tíðindi

Børn læra betur uttandura

Næmingar, sum verða tiknir úr skúlastovuni og fáa undirvísing úti í náttúrunai verða meiri hugsavnaðir og motiveraðir at læra, og teir minnast betur, vísir svensk gransking. Norskur professari heldur, at útiskúli fær børn at síggja alt í betri ljósi

23.02.2021

Noreg valdi at lata skúlar og barnagarðar aftur í fleiri vikur, meðan koronafarsóttin leikaði harðast á í fjør. Í Svøríki hinvegin hava skúlar og barnagarðar verið opnir. Í eini grein, sum SLU (Sveriges landbruksuniversitet) hevur almannakunngjørt, stendur, at regluligt likamligt virkni og samband við náttúruna í skúlagerandisdegnum hevur góð árin.

– Náttúran er góð skúlastova

Ráðini frá svensku heilsumyndugleikunum undir koronakreppuni hava eitt nú verið at “hyggja at møguleikunum fyri virksemi og steðgum uttandura. Virksemi í barnagarði og frítíðarskúlum, men eisini undirvísing, so sum ítróttur, kann í størri mun vera uttandura.”

– Náttúran er góð skúlastova. Flytur tú ein part av undirvísingini út, batna avrikini hjá næmingunum, men sambandið hjá næmingunum við náttúruna er eisini góð fyri heilsuna og vælveruna, eins og sosialu og persónligu menningina.

– Harumframt hevur tað góða ávirkan á sjálvskensluna, impulstamarhaldið, kreativitetin og samstarvsevnini, sigur Petter Åkerblom í einum tíðindaskrivi frá SLU. Åkerblom er ritstjóri á kunningarritinum «Klasserom med himmelen som tak».

Eiga at leggja ætlanir fyri læring

Janne Madsen er professari í námsfrøði á einum universiteti í Noregi. Hon heldur, at tað eru nógvir fyrimunir við at hava væl fleiri undirvísingartímar uttandura í yngstu deild, enn tað verður gjørt, men tað krevur eitt sindur meiri enn bara at fara út við næmingunum.

– Tað treytar, at undirvísingin verður løgd til rættis eftir læring og ikki bara undirhaldi. Tað er stuttligt og hugnaligt at vera uttanfyri og steikja pylsur og slíkt, men tað er munur á at fara út og bara steikja pylsur og fara út og skipa tíðina við tí fyri eyga, at næmingarnir skulu læra, sigur Madsen.

Brúka tað, sum er í náttúruni

Tú tekur ein heilan flokk úr skúlastovuni og fer út í náttúruna. So er spurningurin, hvussu byggir tú eina undirvísing upp, sum riggar í náttúruni.

– Tað kanst tú gera á ymiskan hátt. Tað týdningarmesta eigur at vera at brúka tað, sum er í undirvísingini, og sum tú finnur úti, í undirvísingini, sigur Madsen.

Hon nágreinar, at við “útiundirvísing” tosar hon um alt slag av undirvísing, sum er uttan fyri skúlastovuna; undirvísingin nýtist ikki at fara fram í náttúruni ella fjøruni.

– Tá ið tú brúkar tað, sum tú finnur úti og hyggur at, hvussu tú kanst seta tað í samband við tað, sum næmingarnir skulu læra, verður tað mangan tvørfakligt, tí heimurin uttanfyri er ikki skipaður í lærugreinir. Og tá ið tú sært tað, sum er úti, sært tú tað mangan í eini størri heild og einum størri samanhangi, sum gevur størri meining.

– Læring er eitt slag av sosialum virksemi

– Eru børn skapt at sita inni í skúlastovuni?

– Ikki eftir mínari meining. Eg haldi heldur ikki, at vaksin eru skapt at sita inni; eg haldi, at vit eru skapt til at hugsa ástøði. Tað at læra av hvørjum øðrum, sum tað var fyrr, og at brúka ástøði at skilja heimin rundan um okkum – tað haldi eg, at vit eru skapt til, sigur professarin.

Við útiskúla verður sosiali pallurin ein heilt annar.

– Læring hongur saman við, at vit eru sosial. Eg haldi ikki, at vit læra best við at sita ein og ein á hvør sínum stóli. Vit læra best við at tosa saman og kjakast, sigur Madsen, sum heldur, at tað at fólk ikki eru á einum málum um ymiskt, og at tey skifta orð um ymiskt, eru virðismikil amboð í læringini.

– Tað málsliga og verkliga ávirkar læringina, meðan tað hendir. Tað er ikki soleiðis, at tú ert sosialur onkuntíð og lærir okkurt, læring er eitt slag av sosialum virksemi. Tað leggja vit ikki upp fyri, tá ið vit biðja børnini seta seg ein og ein niður og vera friðarlig.

At skapa ein samanhang, sum gevur meining

Kunnu allar lærugreinir takast út úr skúlastovuni? Heilsumyndugleikarnir í Svøríki halda, at tað eru nógvir fyrimunir við, at ítróttur fer fram úti. Men hvat við hinum lærugreinunum?

– Eg haldi, at allar lærugreinir kunnu takast úr skúlastovuni, allar lærugreinir hoyra heima í einum samanhangi, sum gevur meining. Tað er ein spurningur um at síggja samanhangirnar uttan fyri skúlastovuna. Ein lærugrein, sum bara er til í eini skúlastovu, er ein løgin lærugrein, heldur Madsen.

Madsen heldur, at tørvur er á nýggjum máta at hugsa læring, men at siðbundna fatanin av, hvat ein skúli er, og hvussu hann skal vera er ein avbjóðing.

Hon heldur, at børn síggja samanhangirnar betur, um tú partar av undirvísingini verða tiknir út úr skúlastovuni.

Broyting motiverar

Madsen sigur, at tað er ein ávís skepiss mótvegis útiskúlatankanum frá lærarum í teimum stóru býunum. Hon heldur, at tað snýr seg um at síggja møguleikar fram um forðingar.

– Tað eru nógvir møguleikar at leggja undirvísingina uttan fyri skúlastovuna í býarøkjum eisini. Tað snýr seg um at brúka útiøki, skúlagarð, søvn og annað. Útiundirvísingin nýtist ikki bara at fara fram í skóginum. Tað snýr seg um at fara út úr skúlastovuni, og fjølbroytni er lyklaorðið. Læring kann fara fram á øllum pallum.

– Eru næmingarnir vanir at vera úti, og tú setir teir inn í eina skúlastovu, hevur tað somu ávirkan; broyting og fjølbroytni í sjálvum sær virka mangan eggjandi fyri læring, sigur Janne Madsen at enda.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.