Tíðindi

Børn lesa helst á føroyskum

Tað at lesa á føroyskum minkar, jú eldri næmingarnir gerast, og enskt tekur yvir

15.08.2018

Í stóru kanningini av lesivanunum, sum er gjørd millum næmingar í 4., 6. og 9. flokki, eru næmingarnir spurdir, á hvørjum máli tey lesa, tá ið tey lesa í frítíðini. 66 % av børnunum svara, at tey lesa sera ofta og ofta á føroyskum, 49% siga, at tey lesa sera ofta og ofta á enskum máli, og 31% ella triðja hvørt barn sigur seg lesa regluliga á donskum máli. 5% siga seg lesa regluliga á øðrum málum.

Kanna vit tølini nærri sæst, at dreingir lesa minni enn gentur á føroyskum, men teir lesa meiri á enskum enn genturnar. Genturnar lesa meiri á donskum enn dreingirnir.

Tá ið ræður um flokkarnar, sæst, at tey í 9. flokki lesa nógv meiri á enskum enn hinir árgangirnir. Tað, at lesa á føroyskum, minkar, jú eldri næmingarnir gerast, meðan lesnaðurin á donskum er støðugur fyri allar árgangirnar. Tey, sum lesa nógv í frítíðini, lesa meiri á føroyskum, enn tey, sum lesa lítið ella einki, tey lesa oftari á enskum.

84 % av næmingunum, sum taka lut í kanningini, tosa føroyskt heima, 16 % tosa føroyskt og onnur mál heima. Tað vil siga, at 6. hvør næmingur í einum flokki tosar annað mál umframt føroyskt heima.

Hetta eru úrslit úr stóru kanningini av lesivanum, sum varð gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018 í 19 skúlum kring landið; tað eru Sissal M. Rasmussen, Ph.D-lesandi, Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini, Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, sum hava tikið stig til kanningina; greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna dátuna inn og greina úrslitið. Mentamálaráðið og onnur hava fíggjað kanningina.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Meiri kann lesast um kanningina á www.skulabladid.fo og malmenning.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.