Tíðindi

Børn eiga at hava atgongd til talgilt tilfar á føroyskum

- Tað týdningarmesta fyri málmenningina hjá børnum er, at tey hava atgongd til tilfar á føroyskum, á teimum miðlum, har tey eru, sigur Annika Smith, landsbókavørður

20.02.2018

Landsstýriskvinnan hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum. Skuldi tú givið henni eini ráð um at framt eitthvørt, eitt tiltak, eitt átak, eina herferð, eina játtan til eitthvørt, hvat hevði tað verið og hví?

- So skuldi tað verið hægri játtan til at fáa avtalur í lag við útgevarar og rithøvundar um talgildar føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur á netinum. Føroyskar ljóðbøkur eru enn bert tøkar á fløgu, og vit uppliva í heilum, at lánarar, sum koma á bókasavnið at lána ljóðbøkur, fara av stað aftur við ongum, tí tey ikki hava fløguspælara og teldan einki cd-drev. E-bøkur verða framleiddar samstundis sum pappírsbókin – og verða í løtuni bæði skrásettar og goymdar í telduskipanini hjá Landsbókasavninum, men har eru avtalur um atgeingi til bókasøvnini heldur ikki komin í lag. Her er Føroyar eftirbátur.

- Tað týdningarmesta fyri málmenningina hjá børnum er at tey hava atgongd til tilfar á føroyskum, á teimum miðlum, har tey eru. Umframt at geva øllum børnum ókeypis atgongd til spennandi bøkur á føroyskum, sum tey bæði kunnu lesa sjálv og fáa lisið upp, skulu tey eisini hava atgongd til talgilt tilfar, so sum e-bøkur og ljóðbøkur í formatum ið er lætt at taka niður. Sjálvt smá børn duga at leita eftir tilfari á talgildu miðlunum – tað er akkurát líka lætt hjá teimum at blaða í eini talgildari bók á I-paddinum sum í eini pappírsbók – og motivatiónin til at lesa verður allarhelst positivt ávirkað via talgildu miðlarnar. Og man má møta brúkaranum, har hann er. Føroyingar hava atgongd til útlendskt tilfar gjøgnum E-reolen. Man kundi gjørt eitt barnabókasavn á la E-reolen á føroyskum. Á tann hátt fáa børnini tey tilboð upp á tær bøkur, ið eru relevantar júst til tey. Ljóðbøkur eru góðar at lurta eftir, tá man koyrir langt í bili. Børn keða seg lætt, og tá er gott at hoyra góðar bøkur bæði til undirhald og lærdóm. 

Eitt av endamálunum við árinum fyri málmenning er at fremja tilvitið um málmenning; hvat heldur tú skal til fyri at fremja tilvitið í almenninginum, á dagsstovunum, í skúlanum?

- Keypa og miðla tilfar um málmenning til Fróðskaparsetrið (námsfrøðingar og læraralesandi); tað eru tey, ið leggja lunnar undir málmenningina hjá børnum frá byrjan av og eisini bara gera tað sum Landsbókasavnið altíð hevur gjørt - at seta tað føroyska í miðdepilin.​

Annika Smith er landsbókavørður.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum. Vit spyrja ymisk fólk, sum eru málkøn, og fólk, ið varða av økinum børn og ung, hvørji ráð tey høvdu givið landsstýriskvinnuni um tiltak, átak ella herferð, ið hevði gagnað málmenningini, umframt hvat tey halda skal til fyri at fremja tilvitið um málmenning.

Les eisini:

http://www.skulabladid.fo/mi%C3%B0v%C3%ADs-lesing-%C3%AD-sk%C3%BAlunum-kann-fremja-m%C3%A1lmenningina-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum

http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.