Tíðindi/Greinar

10. apríl 2019

Bitar og brot úr aðalfundinum

Árligi aðalfundurin er av, og formaðurin síðan 2010, Herálvur Jacobsen, hevur vaskað talvuna og latið kritið til Jacob Eli S. Olsen. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelag, skrivar

Ein spennandi tíð stendur fyri framman hjá nýggja formanninum og nevndini, sum hevur fingið eitt nýtt andlit; Tórhallur við Gil, leirvíkingur og lærari í Runavíkar Kommunuskúla, er nýggja røddin í Føroya Lærarafelagi. Hann varð valdur 1. varalimur, men kemur í nevnd, tí Jacob Eli, sum hevur verið næstformaður seinastu tvey árini, verður formaður. Jona Højsted og yvirritaði vórðu afturvald í nevndina, meðan Jákup av Skarði er 2. varalimur.

Herálvur hevur tænt skúlanum sera væl, og stórur saknur verður í honum. Herálvur var greiður, nærverandi og altíð til taks at veita eina hjálpandi hond. Eginleikarnir vóru fjølbroyttir og góðir, og sera væl dugdi hann at taka teir røttu fram, tá ið hetta kravdist.

Við 46 ára gamla Jacobi Eli fáa vit ein nærlagdan og arbeiðsaman formann, sum brennur fyri lærarayrkinum og arbeiðsumstøðum hjá lærarum og leiðslum. Nýggi formaðurin kom á fyrsta sinni í nevndina í 2015, og hann hevur starvast í Eysturskúlanum seinastu mongu árini. Nú leggur hann lærarayrkið á hillina í øllum førum komandi trý árini.

Ein tann fyrsta uppgávan hjá honum og nevndini verður at fyrireika komandi sáttmálasamráðingar, tí núverandi sáttmáli gongur fram til 01. oktobur 2019.

Nevndin fer eitt nú at vísa á, at lærarar hava tørv á meira samstarvi og ráðlegging. Sum nú er undirvísa flestu lærarar meira enn fyrr, tí puljan til ráðlegging er lækkað munandi flestu støðini, og harvið letur hetta upp fyri fleiri undirvísingartímum. Samstundis krevur samtíðin og framtíðin, at vit mugu samstarva nógv meira um undirvísingina og næmingar.

Vit mugu saman við øðrum pørtum, eitt nú skúlaleiðarafelagnum, sannføra myndugleikar um hesa støðu. Eitt hægsta mark á 25 undirvísingartímar hevði verið hóskandi. Í dag vita vit um lærarar, ið undirvísa 27-28 tímar uttan at fáa yvirtíð.

Viðvíkjandi leiðslum, so eigur leiðsluábyrgd at lønast betur. Vit síggja tíverri, at leiðslufólk á smærri skúlum støðast verri enn leiðslur á stórum skúlum. Lønarstigin hjá fyrstilærarum á smærri skúlum eigur í øllum førum at endurskoðast, samstundis sum vit eisini eiga at hyggja at løn og leiðslutíðini hjá skúlaleiðarum sum heild.

Eisini má greiða fáast á gjald- og valdsøkinum viðvíkjandi KT í skúlanum. Kommunufelag Føroyar eru nú við í leikinum, og tískil kemur vónandi glið á málið heilt skjótt.

Methøgt luttakaratal var á aðalfundinum og á veitsluni um kvøldið. Lærarar tóktust at samgleðast um at hitta so nógv starvssystkin til bæði álvara og gaman.

Eitt afturvendandi hjartasuff er tey mongu tíðaravmarkaðu størvini. Ein lærari røddi um, at støðan er sera ótrygg hjá teimum, sum á triðja, fjórða ella fimta ári framvegis ikki hava fast starv. Hóast ein bati var at síggja hesum viðvíkjandi farna summar, so eru tað framvegis mong, sum arbeiða undir hesum ótryggu kørmum.

Á aðalfundurin røddi landsstýriskvinnan í skúla- og útbúgvingarmálum, Hanna Jensen, m.a. um týdninginum av einum góðum skúla við vælnøgdum lærarum. Hon tykist at brenna almikið fyri skúlaverkinum og ynskir eisini, at lærarar samstarva meira og fáa umstøður til tað.

Signalini eru positiv, og tað ræður nú um hjá lærarafelagnum og skúlafólki at smíða, meðan jarnið tykist heitt. Løgtingsval og harvið møguligar nýggjar arbeiðsætlanir eru fyri framman, og tá veit eingin, hvussu støðan fer at verða.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan