Tíðindi

Barnarættindi og skyldur

Barnarættindi, ið eisini fevna um talu- og skrivifrælsi, plikta. Barnarættindi eru ikki beinleiðis tað, at børn – og fyri alt tað øll – bara kunnu happa onnur børn – og fyri alt tað nakran – uttan at nakrar avleiðingar spyrjast burturúr. Barnarættindi eru til fyri at verja barnið sjálvt og ikki rætturin til at happa onnur og sleppa væl frá tí

12.04.2017

Í sambandi við Barnafestivalin 2017 í Norðurlandahúsinum varð skipað fyri tiltaki fyri næmingum í 7. flokki um barnarættindi. Ein partur av Barnarættindasáttmálanum hjá ST, sum Føroyar skrivaðu undir í 1992, snýr seg nettupp um rættin hjá børnum og ungum at siga sína hugsan og hava ávirkan á sítt egna lív. Sjónarmið hjá børnum og ungum eru eisini eitt høvuðsevni í arbeiðinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum 2016-2022 viðvíkjandi børnum og ungum í Norðurlondum. Her verður m.a. dentur lagdur á at taka børn og ung við upp á ráð, tá ið politiskar avgerður verða tiknar.

- Børn vita í roynd og veru ikki, hvat barnarættindi eru, sigur Barbara Jacobsen, sosiologur, sum skipaði fyri tiltakinum í Norðurlandahúsinum um barnarættindi.

Barbara Jacobsen ivast ikki í, at tað er av stórum týdningi at seta fokus á barnarættindi, serliga tí at mong børn og ung vita ikki, hvat barnarættindi merkja. Børn og ung hava rætt til at siga sína hugsan um viðurskifti, sum hava ávirjan á teirra lív, men tað er sum hjá øllum øðrum menniskjum undir ábyrgd.

- Tey hava síni rættindi at siga sína hugsan, men ábyrgd og skylda fylgja altíð við. Talifrælsið skal ikki brúkast til at háða onnur. Tað snýr seg ikki um at siga sína hugsan um onnur fólk, tað snýr seg um at siga sína hugsan um viðurskifti, ið hava við eins egnu viðurskifti at gera, sigur Barbara Jacobsen, sosiologur.

Spurningurin er eisini í hvussu stóran mun børn og ung í Føroyum hava eina rødd. Barbara heldur, at tey føla ikki, at tey hava eina rødd.

- Men vit vilja, at tey skulu vita, at tey hava eina rødd.

Børn og ung føla kanska ikki, at tey verða tikin við upp á ráð, tá ið tað ræður um viðurskifti, sum hava við teirra lív at gera. Sum dømi nevnir Barbara, at yvirhøvur hava vaksin tikið avgerð um at stovna ungdómshús ymsastaðni í Føroyum. Men hesi ungdómshús verða helst ikki so nógv vitjað, júst tú at børnini og tey ungu eru verri enn so altíð tikin við upp á ráð. Tey hava ikki fingið møguleika at siga, hvat tey vilja við hesum ungdómshúsunum. Og soleiðis hevur tað verið í mong ár.

Vaksin halda, at tey vita betur enn børn og ung, og hoyra tey vaksnu sjáldan ella ongantíð, hvat børn og ung hugsa, so er torført at koma á mál í strembanini eftir at sýna hvør øðrum virðing.

Í Barnarættindasáttmálanum hjá ST stendur m.a., at tá ið tey vaksnu taka avgerðir, ið hava við børn at gera, skulu tey gera tað við støði í barnsins tørvi. Tað er, at tey vaksnu skulu altíð gera sær greitt, hvat er gott fyri barnið, og hvussu teirra avgerðir fara at ávirka barnið. Barnið hevur rætt til at liva og búnast, og heimlandið skal gera alt, tað er ment fyri at fáa tað at bera til.


Myndin:
Børn vita í roynd og veru ikki, hvat barnarættindi eru, sigur Barbara Jacobsen, sosiologur, sum skipaði fyri tiltakinum á Barnafestivalinum 1.-9. apríl í Norðurlandahúsinum um barnarættindi

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.