Tíðindi

Børn gera tað so væl, sum tey megna

Tú kemur ongantíð á mál, tá tú arbeiðir við trivnaði, men vónandi hava vit um eitt ár ella so skapt góðar karmar um ein skúla, sum er í menning, og har tað er góður trivnaður. Soleiðis siga Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Mariann D. Poulsen, varaskúlastjóri, og Marin Gregersen Petersen, samskipari, í Stranda skúla.

22-11-2022

Fyri hálvum øðrum ári síðan tók Stranda skúli stig til eina umfatandi trivnaðar- og menningarætlan, sum røkkur inn í hvørt heim í bygdini. Ætlanin fatar nevniliga um øll børnini í kommununi, bæði tey, sum ganga í barnagarði og skúla, foreldur teirra og øll starvsfólkini í barnagarðinum og skúlanum. TÍTT-amboðið er fremsta amboðið í trivnaðar- og menningarætlanini. Hugsjónin, ið liggur til grund fyri hetta amboðið, er, at eru trupulleikar og avbjóðingar, so vilja tey kanna og vita, hvør orsøkin er.

- Hugsjónin er, at børn gera tað so væl, sum tey megna, tað vil siga, at tá ið eitt barn aftur og aftur kemur í trupulleikar, so mugu vit hyggja at, hvat tað er, sum barnið ikki megnar í ávísu støðunum.

Foreldrini eru virðismiklir og virknir samstarvspartar, og tí verður lagt upp til nógv og tætt foreldrasamstarv. Trivnaðar- og menningarætlanin tekur ikki eittans støði í trupulleikum og avbjóðingum. Fyri at øll skulu trívast, hevur skúlin sett sær fyri, at øll foreldur at børnum, sum koma í 1. flokk, verða boðin til samstarvssamrøðu, tá ið børnini byrja í skúla, og síðan verða foreldur aftur boðin til hesar samrøður, hvørja ferð barnið skiftir frá eini deild til aðra, úr grunddeild í miðdeild, og úr miðdeild í hádeild. Fyri at leggja gott støði undir nýggju tilgongdina verða øll foreldur at øllum børnunum í skúlanum boðin til samstarvssamrøðu í hesum skúlaárinum.

Men hvat var tað, sum fekk Stranda skúla at fara undir nýggja trivnaðar- og menningarætlan? Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Mariann D. Poulsen, varaskúlastjóri, og Marin Gregersen Petersen, samskipari av TÍTT-verkætlanini, greiða frá.

- Í einum skúla kunnu avbjóðingar og trupulleikar javnan stinga seg upp. Vit hava brúkt ymsar arbeiðshættir og frymlar at loysa upp fyri tí, sum hendir. Til dømis hava vit brúkt LP-arbeiðsháttin í nógv ár, eins aðrir skúlar hava. Vit hava upplivað, at tað hava verið nógvar og stórar avbjóðingar og trupulleikar, og hóast vit hava roynt ymiskt, so hevur einki riggað. Tí hava vit viðhvørt verið ráðaleys. Vansin við LP-arbeiðsháttinum hjá okkum er, at tað tekur ov langa tíð at loysa mál, tí so drúgv tíð fer til fundir, at gera átøk og eftirmeta og so av nýggjum, um tað ikki riggar. Haraftrat er LP-arbeiðshátturin eitt arbeiðsamboð, tá avbjóðingar og trupulleikar eru, og leggur tí ikki upp til at kanna trivnaðin hjá øllum næmingum. Vit vildu eisini kanna trivnaðin hjá teimum friðarligu. Høvuðstátturin í nýggju trivnaðar- og menningarætlanini er, at øll skulu trívast og mennast, og at vit hava gott og tætt samstarv millum heim og skúla.

TÍTT-arbeiðshátturin byggir á LP-arbeiðsháttin, men fyrimunurin við TÍTT er, at foreldrini at barninum eru meiri við, tá ið talan er um trivnað og menning sum heild. Eru trupulleikar ella avbjóðingar, koma foreldrini inn í málið alt fyri eitt. Hans Petur, Mariann og Marin síggja bara fyrimunir við størri foreldraleikluti í skúlanum.

- Eru trupulleikar ella avbjóðingar, er fyrsta stigið at seta okkum í samband við foreldrini. Vit hava foreldrasamrøður eftir einum nýggjum leisti, har tað eru foreldrini, sum siga frá barni sínum, í staðin fyri, sum nógv okkara kenna tað, at tað eru lærararnir, sum siga frá, hvussu tað gongur barninum í skúlanum. Foreldrini eru týðandi at fáa loyst ein trupulleika ella avbjóðing. Á fundinum við foreldrini tosa vit um avbjóðingarnar, kringumstøðurnar og umhvørvið hjá barninum; so avtala vit uppfylgjandi fundir, har vit eftirmeta tað, sum vit í felag hava sett út í kortið. Henda nýggja tilgongdin ger, at vit síggja framgongd ella úrslit nógv skjótari, og tað tænir øllum, ikki minst barninum, siga tey trý.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.