Tíðindi/Greinar

14.02.2019

Aðalfundur, veitsla og visjónir

Hotel Føroyar verður vónandi stúgvandi fult av hugagóðum lærarum, ið vilja okkara yrki tað allarbesta, tá ið árligi aðalfundurin og veitslan verður 6. apríl. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelag, skrivar

Aðalfundardagurin hjá okkum eigur at vera læraradagur burturav, har vit við lærarum og starvsfeløgum hittast fyri hoyra og viðgera, hvussu okkara arbeiðsøki hevur tað og hvønn veg, vit ynskja at fara.

Seinnu árini hava fleiri lærarar ynskt at sleppa í nevndina, og júst tað hevur viðført, at sterkari ljós hevur verið varpað á aðalfundin, og harvið hevur aðalfundurin seinastu tvey árini verið vælmannaður.

Áhugavert verður at vita, um talan verður um formansval í ár ella ikki, tí umframt, at tveir nevndarlimir standa fyri vali, er formansskeiðið eisini av. Komandi tíðarskeiðið hjá formanninum er nú trý ár. Hetta varð samtykt á aðalfundinum í 2017. Seinast, formansval var, var fyri seks árum síðan.

Nevndin metir, at ein veitsla fyri møttum lærarum á aðalfundinum veruliga setir eitt heiðurligt punktum fyri hendan dagin. Í veitsluni hittast vit undir øðrum umstøðum við aðrar lærarar, og ofta heldur kjakið frá aðalfundinum fram langt út á kvøldið.

Fólkaskúlin á einum vegamóti

Hvussu nú verður við ætlaðu broytingunum í fólkaskúlanum hjá Mentamálaráðnum eftir, at Rigmor Dam legði frá sær, er ilt at meta um. Vit hava ikki fingið greið boð ella tekin um hetta enn.

Hóast vit meta, at sjónarmiðini frá MMR fyri eitt nú at lækka tímatalið er sera tunt, er fólkaskúlin av álvara komin á politiska breddan. Vit hava havt málið til hoyringar og hava svarað MMR aftur.

Eitt annað mál, sum nú loksins eisini er komið glið á, er KT-økið. MMR, Kommunufelagið og nevndin skulu hittast nú í februar fyri at vita, um semjast kann um eina endaliga orðing og greiða avtalu um valds- og gjaldsbýtið á øllum KT-økinum í fólkaskúlanum.

Økisfundirnir í heyst vóru gevandi, og nógv konstruktiv orðaskifti vóru um arbeiðstíðaravtaluna, pensjónir, tryggingar o.a.

Somuleiðis hittust øll álitisfólkini seinast í novembur, og ein góð hjáveiða við hesum skeiði var eitt nú, at vit nú kenna enn betur størstu avbjóðingarnar, sum lærarar og álitisfólk hava kring landið.

Sáttmálatíðarskeiðið skjótt av

Samráðingar eiga at byrja eftir summarfrítíðina, tí sáttmálin gongur út seinni í ár. Eyðsæð er tó, at eitt komandi løgtingsval fer mest sannlíkt at skumpa samráðingarnar nakað út, men vit ætla okkum at vera væl fyrireikað.

Møguliga áttu vit at roynt at fingið ein trý ára sáttmála, soleiðis at friðartíðin varir longri, og harvið fáa vit betri tíð at skipa onnur viðurskifti betur. Eitt nú hava okkara mongu undirfeløg nógv góð og greið ynski, sum vit helst ynskja at arbeiða meira við í friðartíð heldur enn í strømmum sáttmálasamráðingartíðum, har Fíggjarmálaráðið at kalla bara hyggur at einari botnstriku heldur enn at lurta eftir sjónarmiðum.

Vit gleða okkum at síggja lærarar, sum eru góð við skúlan, og bjóða tí lærarum, gestarøðarum o.ø. vælkomnum á aðalfund og seinni í veitslu á Hotel Føroyum leygardagin 6. apríl.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan