Tíðindi

At fara á legu kann gera teg fittari móti øðrum

Tey, sum hava verið á legu, vísa størri fyrilit fyri øðrum, vísir gransking.

09.12.2022

Tú hevur kanska hoyrt, at tú altíð skalt vera fitt ella fittur við onnur, og at tað er ikki gott bara at hugsa um teg sjálvan.

Granskarar í Sveis vilja vita, um tað at vera á legu, summarlegu ella øðrum legum lærir teg at hava fyrilit fyri øðrum, og um tað kann geva børnum og ungum betri sjálvsálit.

Í Føroyum eins og aðrastaðni fara nógv børn og ung á legu um summarið. Onkustaðni búgva tey í leguhúsum, aðrastaðni úti í náttúruni. Og mátarnir eru nógvir at hava legur.

Á leguni býrt tú tætt saman, og tú mást hava fyrilit fyri teimum, sum eru rundan um teg. Tú mást hava skil á tínum lutum og klæðum og kanska hjálpa til at rudda og vaska. Granskarar hava funnið út av, at tey, sum hava verið á legu, vísa størri vilja at seta onnur fram um seg sjálvan. Tað merkir, at tú betur skilir, at tað, sum onnur vilja og føla, eisini hevur týdning, og tú mást hava fyrilit fyri tí.

Soleiðis gjørdu tey

256 børn millum 6 og 16 ár hava svarað spurnablaði, sum skulu vísa, hvussu gott sjálvsálit tey hava, og í hvussu stóran mun tey hava fyrilit fyri øðrum. Spurningarnir vóru eitt nú um tey kundu hugsað sær at hjálpt einum fremmandum at finna leiðina fram ella um tey vildu hjálpa onkrum við skúlatingum.

145 børn fóru á summarlegu, og 111 fóru ikki á legu. Á henda hátt sóu granskararnir munir millum børn, sum fóru á legu, og børn, sum ikki fóru. Tey svaraðu spurningum í byrjanini á summarleguni, og tá legan var av. Úrslitið var, at tey, sum høvdu verið á legu, vístu størri vilja at hava fyrilit fyri øðrum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.