Tíðindi

At arbeiða sum læraravikarur undir lestrinum ger tað lættari at fáa lærarastarv

Tað er eingin trygd at fáa starv eftir loknan lestur til lærara, serliga ikki har umsóknirnar eru nógvar, men tað er nógv, sum bendir á, at tað bøtir væl um møguleikarnar at fáa starv, um tú ert knýttur at ávísum skúla og arbeiðir sum læraravikarur. Tað ásanna fleiri, sum hava fingið prógv sum lærari í summar og nú hava fingið lærarastarv

10. september 2019

Summi teirra, sum lesa til lærara á Námsvísindadeildini, eru knýtt at ávísum skúla og arbeiða nakrar tímar um vikuna sum læraravikarur undir lestrinum. Hóast tað ivaleyst ger lestrartíðina strævnari, kann tað vera skilagott, tí tað sýnist sum tað ger møguleikarnar hjá teimum at fáa starv eftir loknan lesnað betri. Fleiri teirra, sum fingu læraraprógv í summar, hava fingið starv í skúlanum, tey hava verið knýtt at. Hjá onkrum hevur tað verið eitt tilvitað val at arbeiða seinasta árið undir lestrinum til lærara fyri at fáa eitt bein inn um umframt at hava verið í starvsvenjing har.

- Av tí at eg hevði verið í starvsvenjing og arbeitt sum vikarur í skúlanum, har eg millum annað søkti starv, kendi eg meg nokk so trygga. Ein onnur orsøk er, at tey fegin vildu hava meg í starv. Men eg visti tó, at eg ikki var einsamøll um boðið, og tí sendi eg fleiri umsóknir. Eg vænti, at tað hevði verið truplari at fingið starv, um eg ikki hevði havt hetta sambandið við skúlan, áðrenn eg søkti, sigur ein lærari.

Vónirnar hjá fleiri at fáa starv hava ikki verið góðar, men hjá onkum teirra er tað komið óvart á, at tað gjørdist so trupult.

- Eg visti, at vit vóru nógv um boðið, og at lýstu størvini ofta ikki eru tøk. Men eg væntaði faktiskt at fáa starv, tí at eg havi linjulærugreinar, sum mangan stórur tørvur er á, góð próvtøl og góð viðmæli frá starvslærunum, sigur ein lærari. 

Ein annar lærari, sum hevur havt ilt við at fingið starv, heldur, at ov nógvir lærarar verða tiknir inn á læraraútbúgvingina.

- Tað, at fleiri við mær ikki hava fingið starv, bendir á, at ov nógvir lærarar verða tiknir inn hvørt ár; samfelagið tykist vera mettað av lærarum í løtuni og ivaleyst nøkur ár frameftir, serliga nú tosað verður um at stytta tímatalvuna.

Ein lærari, sum ikki hevur fingið starv, hevur í umbúna at seta seg í samband við fleiri skúlar og bjóða seg fram sum læraravikarur.

Les eisini: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=5132&Purge=True

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.