Tíðindi

Arbeiðsumhvørvi og komandi sáttmálasamráðingar

Álitisfólk felagsins verða savnað komandi hósdagin 13. juni. Tá verða týdningarmikil fakfelags- og arbeiðsviðurskifti, ið nevndin metir hevur týdning fyri allar lærarar, viðgjørd. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

11.06.2019

Tað hevur sera stórt virði hjá okkara 31 álitisfólkum kring landið at hittast. Nógvar broytingar hava verið og eru fyri framman eru í okkara skúlaskipan og arbeiðsviðurskiftum, eins og lærarar hava ymiskar avbjóðingar í mun til skúlastødd og øki. At hittast ger, at álitisfólkini fáa ein felagsskap og eitt netverk, ið kann verða sent hent.

Umframt hetta, so gongur okkara 2-ára-sáttmáli við Fíggjármálaráðið skjótt út, og tískil vil nevndin hava so nógvan íblástur og kunning sum gjørligt, áðrenn farið verður í holtur við ynski, krøv og samráðingarnar.

Í Álitisfólkaskipanina stendur ritað, at øll okkara álitisfólk hava tveir arbeiðsdagar saman við nevndini. Tann fyrri verður í Smæruni í Havn hósdagin tann 13. juni og tann seinni verður væntandi í heyst.

Týðandi leikluturin hjá álitisfólkum

Álitisfólk eru umboð okkara og eitt millumlið millum nevndina og lærarar kring landið.

Hugtakið álitisfólk kann stutt lýsast soleiðis, at nevndin kunnar øll síni álitisfólk um lógir, sáttmálar og aðrar avtalur. Álitisfólkið heldur eyga við, at tær verða yvirhildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður á staðnum, hevur saman við leiðsluni ábyrgd av, at lærarar á staðnum verða kunnaðir.

Álitisfólkið hevur somuleiðis rætt og skyldu til at leggja fyri skúlans leiðslu uppskot, áheitanir og klagur frá limunum, og kann taka upp samráðingar við leiðslu skúlans um innanhýsis viðurskifti. Her er talan oftani um at vera hjásitari í onkrari tvístøðu millum leiðslu og lærarar ella millum lærarar. Álitisfólkið skal vera ráðgevandi fyri leiðslu og limir um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur (brot tikin úr Álitisfólkaskipanini).

Álitisfólkaskipanin er so mangt annað enn júst hetta, tí álitisfólk eru eisini millumlið hjá lærarum og leiðslum, og tískil eru álitisfólk mangan hent í ivastøðum millum lærara og leiðslu.

Trý høvuðsevni á álitisfólkadegnum

Nevndin hevur dagført bóklingin, Vegleiðandi mannagongdir um harðskap og hóttanir móti lærarum. Tað er eingin loyna, at mangir lærarar hava upplivað ella uppliva, at næmingar fremja kropsligan og sálarligan harðskap ímóti sær. Oftani verða hesar hendingar tagdar burtur ella einki gjørdar við. Men lærarar og leiðslur skulu als ikki góðtaka slíkt.

Vit vilja seta meira fokus á læraran, og hvussu vit kunnu hjálpa sum frægast og eisini, hvussu vit møguliga kunnu fyribyrgja óhepnar støður.

Ætlanin er, at álitisfólk hava orðaskifti, deila royndir og leggja teirra viðmerkingar fram um evnið og bóklingin.

Við skúlabyrjan eftir summar er eitt gylt høvi hjá álitisfólkum og leiðslu at kunna allar lærarar um bóklingin, soleiðis at vit øll eru betur ílatin til komandi møguligar hendingar og avbjóðingar.

Fitt av tíð verður eisini brúkt til komandi sáttmálasamráðingar og avtaluna um 193 skúladagar og teir fimm arbeiðsdagarnar hjá lærarum.

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.