Tíðindi

Allir lærarar eiga at hava grundleggjandi vitan um ADHD

Skal skúlin megna at skapa góðar og mennandi karmar fyri børn við ADHD, krevur tað, at øll starvsfólk, sum eru um børn, hava eina grundleggjandi vitan um børn við avbjóðingum, so sum ADHD. Tað er upplagt at leggja støðið til vitanina í útbúgvingini hjá lærarum, heldur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagum

26.09.2019

Sum skilst er serøkið eitt undirvísingarøki á læraraútbúgvingini, sum tey lesandi kunnu velja, og sostatt ikki kravdur partur, ið øll lesandi skulu ígjøgnum. Tað er ikki nóg gott, tí børn við serligum avbjóðingum er so stórur partur av skúlanum.

- Tey lesandi á læraraútbúgvingini eiga at læra, hvussu tey síggja børn við eitt nú ADHD, hvussu tey rúma tey, hvussu tey kunnu skipa karmar, sum teimum tørvar, hvussu tey viðurkenna tey og so framvegis. Tað er ikki nóg góð umbering at siga, at læraraútbúgvingin ikki kann fata um alt, tá ið nú tað er ein sannroynd, at tað eru so nógvir næmingar við serligum avbjóðingum. Fyri samfelagið er tað altíð betri at geva børnum eitt gott tilboð tíðliga heldur enn seint. Hagtøl vísa, at nógv børn við ADHD, sum fara ígjøgnum eina skúlatíð uttan at fáa rætta tilboðið og røttu viðgerðina, enda í misnýtslu, kriminaliteti og øðrum slíkum óhepnum viðurskiftum. Øvut, seta vit inn tíðliga, kastar tað bara gott aftur.

Mett verður, at umleið 5 % av næmingunum í einum skúlaflokki hava avbjóðingar so sum ADHD og ADD, og tað eru fleiri dreingir enn gentur.

- Tá ið tað er ein sannroynd, at títtleikin av ADHD er so stórur, so sigur tað seg sjálvt, at tørvur er á tilboði, ið er skraddaraseymað til teirra, sum hava ADHD. Serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla er fyrimyndarligt. Eftir okkara tykki áttu allir skúlar, sum hava fleiri enn til dømis 200 næmingar, at havt eitt slíkt tilboð. Serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla er til børn við autismu, ADHD og líknandi avbjóðingum. Har eru tvær stovur við umleið 6 næmingum hvør, onnur fyri yngri børn, hin fyri størri børn. Besta loysnin er at hava tvær stovur í sama skúla. At hava tvær stovur ger eisini, at læraraførleikin innan júst hetta serøkið verður størri.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.