Bloggur

Aftur í eldin

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, bloggar

11.08.2020

Skúlaársbyrjanin nærkast, og vit lærarar eru, sum vera man, spentir til eitt nýtt skúlaár. Næmingarnir, teir allar flestu í hvørfall, eru somuleiðis spentir at sleppa í skúla aftur. At sleppa at vera saman við vinum sínum og at fáa ein meiri skipaðan dag.

Eg havi notið feriuna við mínum nærmastu og við vinfólkunum. Eisini havi eg møtt onkrum næmingi og onkrum foreldri. Vit búgva hóast alt í Føroyum, so tað er ikki ordiliga møguligt ikki at møta teimum, hóast vit hava feriu. Men hvat ger tað? Púrt einki – tað er stuttligt at heilsa upp á fittu, tíðindafróðu børnini, ið fegin fortelja, hvat tey hava gjørt í feriuni og alt tað nýggja, tey hava upplivað.

Men viðhvørt kennist tað sum vit lærarar skulu hava ringa samvitsku, tí vit hava summmarferiu. Er tað rætt, at vit skulu hava ringa samvitsku, tí vit hava okkara frítíð?

Eg haldi, at vit lærarar gera eitt megnar arbeiði. Eg kenni tað sum vit hava døgnvakt. Vit skulu vera til reiðar, tá foreldur seta seg í samband við okkum, tá næmingar ringja til okkara, ella tá vit seint á kvøldi fáa ein teldupost, ið má svarast skjótast til ber. Eg geri tað gleðiliga. Eg siti eisini ein tíma ella tveir longur í skúlanum, um tørvur er á tí. Tað kundi verið, at okkurt er áfatt við onkrum barni, ella okkurt bráðfeingis er komin á skrá. Eg siti eisini og brúki nógva tíð uppá at fyrireika meg til undirvísing. Hví geri eg tað? Jú, eg vil, at næmingurin skal fáa sum mest burtur úr undirvísingini.
Eg gangi ikki so høgt upp í, at eg arbeiði hasar 1800 tímarnar, ið eru á virksemisætlanini. Eg haldi tað hevði verið spennandi at talt saman, hvussu nógv vit arbeiða, samanborið við virksemisætlaninia, og eisini at fingið greinað, hvørjar uppgávurnar hjá einum lærara eru. Eg haldi, at vit arbeiða langt yvir 1800 tímar um árið, tá alt kemur til alt.   

Sambært virksemisætlanini skulu vit arbeiða uml. 46 tímar um vikuna og ofta kemur yvirtíð upp í, pluss tað, ið vit gera, ið ikki er við í virksemisætlanini.
Ja, vit hava «nógva» frítíð, men vit arbeiða eisini nógv, í mun til frítíðina.

Eg sakni, at lærarayrkið verður virt meira. Ofta haldi eg vaksin fólk sum heild áttu at hugsað seg um, áðrenn tey byrjaðu at tosa niðrandi um lærarar og yrkið. Vit gera okkara ítasta fyri at tryggja, at einkulta barnið fær nakað burtur úr skúlagongdini, og at tað hevur ein góðan, mennandi og tryggan skúladag.

Nú, eg eri komin eitt sindur inn á virðing, má eg eisini nevna virðing frá næmingunum.

Tá eg hugsi aftur á mína skúlagongd minnist eg, at eg hevði stóra virðing fyri mínum læraraum. Tað eru 20 ár síðan, eg fór í 1. flokk – eg upplivi eina stóra broyting. Í nógvum førum hava næmingar onga virðing fyri okkum. Hví so er, veit eg ikki, men hetta er ofta ómetaliga hart. Vaksin fólk skulu finna seg í at verða illa viðfarin, sligin, fáa hóttanir um ymiskt og mangt annað. Hetta er ikki motiverandi fyri ein lærara at uppliva. Hugurin til at leggja orku í starvið fer onkursvegna orsakað av hesum.

Tað at uppliva ágang á henda hátt er heilt víst ein av orsøkunum til, at lærarar kenna seg strongdar. Hetta gongur út yvir sálarheilsuna hjá læraranum. Tí gleðir tað meg, at Lærararfelagið setir munandi meir fokus á sálarheilsu.

Samfelagið er broytt nógv hesi seinastu 20 árini, og óivað er tað tí, at støðan á skúlunum er sum hon er.
Eg vóni, at man framyvir fer at broytast til tað betra. Vit fáa gjørt okkara við at tosa við næmingarnar um málburð og atburð, men vit gera einki einsamøll. Hetta eydnast bara um tey avvarðandi eru góðir viðleikarar – eg vænti, at hetta fer at bera til.

Ná, góðu tit røsku, dugnaligu lærarar! Góða summarfrítíð víðari og allar bestu eydnu við komandi skúlaári – eg gleði meg at vita, hvat hetta árið hevur at bjóða 😉


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.