Sáttmáli
millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag
2007
millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag
2007
1. Kapittul
§ 1. Øki
Sáttmálin er fyri lærarar í føroyska fólkaskúlanum og onnur, nevnd í avtaluni um, hvussu lærarastørv verða flokkað og lønt.
Stk. 2 Sáttmálin er ikki fyri tænastumenn, tænastumenn sum fáa bíðipening og tænastumenn við eftirløn.
2. Kapittul
§ 2. Setan
Kapittulin er um lærara, sum er settur í starv í 3 mánaðir ella longur. Starvið er fast starv ella tíðaravmarkað.
§ 3. Setanarbræv
Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær lærari setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:
navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
nær setanin tekur við,
galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
starvsheiti,
byrjanarløn (grundløn umframt fastar viðbøtur og/ella ískoyti),
eftirlønargjald,
starvsaldur og seinasta broyting í starvsaldri,
uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
setanarbrotpartur, arbeiðstíð
frítíð við løn og frítíðarískoyti,
setanarøki og
arbeiðsstaður/staðir í løtuni. (Viðmerkjast skal, hvar høvuðsstarvsstaðurin er).
§ 4. Løn
Lønin er ásett í lønartalvum galdandi fyri henda sáttmála.
Stk. 2. Lærarastørv verða flokkað eftir avtaluni um, hvussu lærararstørv verða flokkað og lønt.
Stk. 3. Lønin verður eftir setanarbroti og starvsaldri, sum eftir § 3 verður tilskilað í setanarbrævinum.
Stk. 4. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút og í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum, sum peningastovnarnir hava opið. Teir lærarar, sum vóru í starvi 10. juli 1998 og sum eru forútløntir, halda fram sum forútløntir, til teir fyrstu ferð fara úr starvi ella fáa farloyvi við ongari løn í eitt ár ella longur.
§ 5. Starvsaldur
Lærari fær roknaðan fullan starvsaldur, hevur hann í minsta lagi hálvt starv. Er talan um minni enn hálvt starv, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.
Stk. 2. Lærari er tvey ár á hvørjum lønarstigi.
§ 6. Farloyvi
Lærari kann fáa farloyvi við ongari løn, tá ið tað gongur ikki ímóti skúlans áhugamálum. Fær lærari farloyvi til útbúgving, ella eftirútbúgving, kann hann fáa frí við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið í upp í 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi í 4 ár, og hevur skúlin skyldu til at hava starv til hansara, tá ið farloyvið er av. Lærari, sum hevur starvast longur enn 5 ár, skal alt tað ber til altíð hava rætt til minst 1 árs farloyvi.
§ 7. Eftirløngjald
Í eftirlønargjaldi verða goldin 17% av eftirlønargevandi lønini.
Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í felags (kollektiva) eftirlønarskipan, sum sáttmálapartarnir í serstakari avtalu eru samdir um.
Stk. 3. Fyri lærara, sum onkursvegna ikki kann verða við í eftirlønartryggingarskipan, tí t.d. heilsan bilar, skal eftirlønargjaldið verða goldið í eina uppsparingarskipan, sum sáttmálapartarnir semjast um.
Stk. 4. Lærari kann gera avtalu við arbeiðsgevaran um at rinda meir í eftirlønargjaldi. Lønin verður so lækkað samsvarandi.
Stk. 5. Lærari, sum hevur í minsta lagi setanarbrot 0,44, fær eftirlønargjald.
Stk. 6. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum lønin verður útgoldin.
§ 8. Barnferð
Lærari, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir, áðrenn hann væntar at eiga.
Stk. 2. Lærara verður veitt full løn fyri tíðina, frá tí hann gerst óarbeiðsførur, tó í mesta lagi í 8 vikur áðrenn hann væntar sær at eiga og tilsamans í 24 vikur. Harafturat kann hann fáa frí við ongari løn og við ongum missi í starvsaldri í 5 mánaðir.
Stk. 3. Umframt nevndu sømdir í stk 2, kann lærari fáa upp í 6 mánaða sjúkrafrí, tá ið hann við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella seg sjálvan stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Í slíkum umstøðum verður veitt honum full løn. Í serligum umstøðum kann setanarmyndugleikin gera av at veita meiri enn 6 mánaða sjúkraløn.
Stk. 4. Ættleiðir lærari (konufólk) barn, fær hann eftir umsókn tænastufrí upp í 24 vikur við løn.
Stk. 5. Fellur partur av teimum 24 vikunum í stk. 2 í summarfrítíðini, verður farloyvið (tær 24 vikurnar) longt so nógvar dagar, sum falla í summarfrítíðini, tó í mesta lagi 5 vikur.
Stk. 6. Lærari, ið verður pápi, kann eftir umsókn fáa frí í ein mánað við ongari løn. Soleiðis er eisini, ættleiðir hann barn.
§ 9. Sjúka
Er lærari fyri sjúku ikki førur fyri at koma til arbeiðis, verður hetta at rokna sum lógligt forfall. Er hann sjúkur í meira enn 2 vikur, kann vera kravt, at arbeiðsgevarin fær at vita frá lækna um útlitini fyri arbeiðsføri. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina.
Stk.2. Hevur lærari í 12 fylgjandi mánaðir fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans, kann lærarin verða sagdur upp við 1 mánaðar freist at fara úr starvi, tá fyrsti heili mánaðurin er av. Hetta treytað av, at uppsøgnin verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan lærarin framvegis er sjúkur.
Stk. 3. Tá ið lærari er sjúkur, skal støða verða tikin til, um útlit eru fyri, at hann innan rímiliga tíð verður førur fyri at røkja st


