![]() |
Nevndin í Føroya Lærarafelag
Fráboðan frá nevndini í Føroya Lærarafelag
Nú skúlaleiðslur í samband við sparitiltøk í fólkaskúlanum eru farnar undir at leggja flokkar saman í størri bólkar í summum lærugreinum og árgangum, heldur nevndin í Føroya Lærarafelag tað vera rætt at koma við einari fráboðan.
§ 20 í fólkaskúlalógini er soljóðandi:
Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.
Nevndin metir tað vera brot á hesa grein, tá næmingatalið í einum flokki fer upp um 24 næmingar. Nevndin metir, at henda grein eisini er galdandi, tá lærari fær tímaætlan við skúlaársbyrjan, har hann í summum tímum skal hava fleiri enn 24 næmingar. Líkamikið um tað snýr seg um at lesa eina fyrisøgn fyri 2 ella 3 flokkum. Vanlig undirvísing er tann, sum er løgd í tímaætlanina.
Tað er tí ongin ivi um, at t.d. 35 næmingar í einum flokki er brot á § 20. Í hesum føri er talan um eina generella skipan í tímatalvuni við 35 næmingum í flokkinum, og ásetingarnar í lógini verða tí greitt settar til viks. At skúlar, lærarar, flokkar og árgangir samstarva um ymsar verkætlanir, ella evnisdagar er nakað heilt annað, sum nevndin í FL onki hevur ímóti.
Nevndin vil eisini átala, at skúlaleiðslur frá Mentamálaráðnum fáa vegleiðingar, sum eftir okkara tykki leggja upp til at fremja brot á fólkaskúlalógina og øll góð námsfrøðilig prinsipp. Nevndin átalar somuleiðis, at tílíkar vegleiðingar verða sendar út, uttan at Føroya Lærarafelag fær høvi til gera viðmerkingar til tær.
Nevndin tekur eisini frástøðu frá tílíkum kreativum loysnum, sum bert hava eitt endamál, nevniliga sparing fyri eyga. Í einum samfelag sum okkara, har útbúgving av børnum og ungum hevur verið raðfest frammarlaga, høvdu vit roknað við, at skúlamyndugleikin (MMR) skuldi tikið meira atlit at námsfrøðini, og tí hevði forðað tílíkum loysnum. At koyra fleiri næmingar inn í hvønn flokkin hevur onki sum helst við námsfrøði at gera.
Tá skúlum tørvar tímar til at veita næmingunum somu námsfrøðiligu tilboð sum seinasta skúlaár, men ikki hava tímajáttan til tess, kann nevndin í Føroya Lærarafelag undir ongum umstøðum taka undir við, at trupulleikin verður loystur við at flokkar verða lagdir saman, soleiðis at læraratímar verða leysir til onnur endamál.
Nevndin í Føroya Lærarafelag vil eisini heita á skúlamyndugleikarnar at kalla ein spaka fyri ein spaka og ikki balla sparitiltøk inn í vánaligt námsfrøðiligt gávupappír.
Nevndin í Føroya Lærarfelag
Tíðindi frá Skúlablaðnum
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
Tíðindi frá Bókadeildini
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||
|
|||
|
|
|||



