.

 

Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 




Mosalisa

Ein dagin fyllir omma Mosalisu, og so má hon sjálvandi í føðingardag...

... men sum øll vita, skalt tú jú hava okkurt við í føðingardag, og Mosalisa fer avstað yvir dalar og fjøll, og hon firir ikki fyri at ferðast bæði á sjónum og í luftini.

Hon fær hjálp frá lunda og lomviga, ríður á veðri og hvílir seg í reiðrinum hjá haruni millum teir bleytu haruungarnar og finnur gávuna og kemur langt um leingi endiliga fram til ommuna, har stórur føðingardagur verður hildin.

Soleiðis kanst tú fortelja søguna, men tú kanst eisini fortelja hana heilt øðrvísi, tí í søguni um Mosalisu og ferð hennara er ongin tekstur at halda seg til. Í staðin kanst tú lata títt egna hugflog saman við hugflognum hjá barninum sveima við henni runt á ferðini og lata myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.

Ferðin hjá Mosalisu kemur út á trimum málum samstundis: føroyskum, donskum og enskum. So hevur tú ivast í einari gávu til ein kæran gest úr útlondum, so er hetta tann heilt rætta!

Og um tú ikki veitst tað, so er eisini ein onnur bók hjá Janusi á Húsagarði komin út um hesi smáu trøllini, sum enn liva í Føroyum. Tað er hon um Mosamollis, sum Bókadeilin gav út í 2008.

MJ