.

 

Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 



enska útgávan
Saknaði sonurin nú á enskum

The Missing son fæst nú í enskari útgávu

Í 2008 gav Bókadeildin út bókina Saknaði sonurin eftir amerikonsku Jennifer Henke.

Tá ið Jennifer á fyrsta sinni kom at vitja okkum á Bókadeildini, gjørdust vit hugtikin av søgu hennara um pápan úr Fuglafirði, sum setti búgv í San Francisco, og sum ikki hevði hildið sambandið við familjuna í Føroyum.
Bókin er um at finna sínar røtur aftur í Føroyum og er eisini um pápan og søguna um hann.
Søgan er í stuttum henda:
Miðskeiðis á sumri í 1997 lendir Jennifer Henke á flogvøllinum í Vágum.
Í viðførinum hevur hon ein seðil, við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum. Hetta, vónar hon, fer at hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, Hans N. Jacobsen, ið sum ungur maður, fór til skips og ongantíð kom aftur.
Í viðførinum hevur hon eisini brøv, skrivað á donskum í árunum 1917 til 1924 og ovast á hvørjum brævi stendur ’Fuglefjord’.
Púra einsamøll er hon komin til heimlandið hjá pápanum uttan at hava boðað nøkrum frá.
Saknaði sonurin er søgan hjá Jennifer Henke um pápan, sum treyðugur tosaði um heimland sítt, um familjuna í Føroyum, og um brævasamskiftið millum pápan og unnustuni í heimbygdini og familjuna annars.
Nú er so møguleiki fyri at ogna sær bókina á enskum. Hon hevur heitið The Missing Son, og tað eru útgevarar á netinum, sum prenta bókina eftir umbøn. Virkið eitur createspace.com og til ber at ogna sær bókina antin frá teimum ella ígjøgnum amazon.com.
Vit á Bókadeildini fegnast sjálvandi um, at bókin nú eisini kann fáast á enskum
 

mj