.

 

Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 




Sponsk skrímsl

Skrímslini hava verið og vitjað í Madrid

Herfyri var Rakel Helmsdal boðin á stóra bókamessu í spanska býnum Madrid. Saman við Áslaug Jónsdóttur og Kalle Güettler fór hon til Madrid at umboða tær so væl umtóktu skrímslabøkurnar. Herfyri var ein teirra týdd til spanskt, so tey vóru boðin við at tosa um bøkurnar og sýna fram.
Bókamessan Feria del Libro er stór bókamessa, sum dregur upp móti eina millión vitjandi til sín.
 

Á ferðini hevði spanska blaðið El Pais samrøðu við tey; og tey, ið duga spanskt, kunnu lesa samrøðuna her.
 

Bøkurnar um skrímslini eru nú á sjey málum, føroyskum , donskum, íslendskum, svenskum, sponskum, fronskum og finskum, so sigast má at skrímslini ganga sigursgongd.
 

MJ