.

 

Nýggjasta skúlablaðið

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 



Torfinn Højgaard
Torfinn Højgaard í nevndina hjá Lærarafelagnum

Nú Magnus Tausen er farin úr nevndini hjá Lærarafelagnum, er tiltakslimur komin inn.

 

Á eykaaðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum verður 11. september, verður umframt formansval eisini val av tveimum tiltakslimum. Verandi tiltakslimir eru Andrea á Rýpuni og Torfinn Højgaard; av tí at Andrea á Rýpuni júst hevur tikið við sum skúlastjóri, ber hon seg undan at koma í nevndina, nú Magnus Tausen er farin úr; Torfinn Højgaard er tískil komin í nevndina.
Torfinn Højgaard hevur sitið í nevndini í Føroya Lærarafelag áður, seinast til fyri tveimum árum síðan.