Stórur gravgangur eftir summarhúsunum á Nesi í Vági
Bara seinasta vikuskiftið fyri skúlaárið byrjar aftur er tøkt at leiga.
Summarhúsini, sum Føroya Lærarafelag ognaði sær á Nesi fyri nøkrum árum síðan, verða nógv brúkt. Húsini eru útleigað alt summar, og nógv fólk standa á bíðilista; bara seinasta vikuskiftið fyri skúlaárið byrjar er tøkt. Í summarhúsunum eru allir heintleikar, og limir í Føroya Lærarafelag kunnu leiga húsini fyri kr. 300 um døgnið.
Eisini vetrarhálvuna verða húsini nógv brúkt, serliga høgtíðir og vikuskifti.
Kømrini í kjallaranum í felagshúsunum í Pedda við Stein gøtu 9 í Havn hava eisini verið nógv útleigað, men nú meðan húsini verða umbygd og umvæld, verður eingin útleigan.