![]() |
Savnsmynd
Larmur í skúlanum
Larmur er vælkent fyribrigdi í arbeiðsumhvørvinum. Vanliga hugsanin hevur verið, at larmur stendst av maskinum og útbúnaði, og at týdningarmesta skaðaárinið er, at mann sum frá líður missir hoyrnina. Herálvur Jacobsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar
Hóast tað, at trupulleikin er vælkendur, hevur tað tikið drúgva tíð at fremja loysnir.
So hvørt sum vit eru um at fáa bilbukt við vanligu vansunum av larmi, hava nýggir stungið seg upp. Týdningarmesta óljóðskeldan er nú ikki maskinur og útbúnaður, men fólk rundan um okkum. Á yrkismáli verður tosað um nýggjan larm. Nýggjur larmur kann vera børn, ella vaksin, sum tosa, rópa, skríggja, syngja, spæla tónleik ella larma á annan hátt. Nýggi larmurin kann ikki ljóðdoyvast ella byrgjast inni, og hoyrivernd kann ikki nýtast. Vanligar ljóðmátingar eru heldur ikki nøktandi. Í staðin verða spurnakanningar gjørdar, tí talan er um upplivdan larm, og tá eru nógvir tættir, sum gera seg galdandi.
Nógv bendir á, at tað fyrst og fremst eru bólkar við samskiftiskrevjandi arbeiði, so sum lærarar og pedagogar, sum verða raktir av nýggja larminum. Hóast tosað verður um larm, sum ikki beinleiðis er hoyriskaðaelvandi, so hava úrslit av spurnakanningum gjørt, at nýggi larmurin verður tikin í álvara, og at granskað verður á økinum. Í kanning fyri 10 árum síðani søgdu umleið 70% av donsku lærarunum seg í minsta lagi ¼ av tíðini at vera fyri slíkum larmi, at teir máttu verða harðmæltir (rópa) fyri at tosa við onnur. Og tá var talan um larm í skúlastovuni og ikki úr umhvørvinum annars. Larmurin elvir til møði, trupult er at hugsavna seg, og í summum føri elvir larmurin til tinnitus, sum í ringasta føri kann føra til avlamni. Varhugi er av øðrum vansum eisini, men teir eri ikki nóg væl skjalprógvaðir enn. Tí er trupult at fáa avleiðingar av nýggja larminum mettar sum arbeiðsskaða. Samanumtikið elvir larmur í skúlahøpi til vánaligan trivnað og ring líkindi fyri læring og virkni bæði hjá børnum og vaksnum.
Tá ið skúlabygging ella umbygging fer fram, eiga atlit fyri ljóðviðurskiftum at verða tikin. Men tað er verri enn so, at tað sum kallað verður ein akustisk projektering er vanlig, hóast tað átti at verið eitt sjálvsagt krav. Námsfrøðilig ynski um innrætting samsvara heldur ikki altíð við fyrilitini fyri larmi. Tað kann vera ynski um opin floksrúm, veggir at flyta og felagsrúm, sum eisini verða nýtt til undirvísing. Atlit eiga eisini at verða tikin fyri virkseminum, ið einstøku rúmini eru ætlað til, t.d. floksundirvísing, sínámillumsamskifti ella bólkaarbeiði.
Annar táttur í átøkum móti larmi eru møguligar broytingar í undirvísingarhættum og skipanum og greiðar atferðarreglur. Givið er, at hugtakið um floksleiðslu (Classroom Management) er vert at umhugsa, áðrenn onnur og kostnaðarmikil stig verða tikin.
Norðurlendsku lærara- og pedagogfelagsskapirnir hava tikið stig til samarbeiði um arbeiðsumhvørvi í skúlum og dagstovnum. Fundur at fyriskipa arbeiðið var um mánaðarskiftið mai/juni í ár, har eisini umboð fyri Føroya Lærarafelag var við. Ætlanin er at hittast eina ferð um árið. Tað er av stórum týdningi, at smá feløg sum okkara við avmarkaðum tilfeingi kunnu luttaka í slíkum samstarvi. Og tað er at fegnast um, at hesin parturin av arbeiðsumhvørvisspurninginum verður tikin upp, tí øll kenna tørvin á ábótum.



