![]() |
Savnsmynd
Harðskapur vanligari í fátækum familjum
Tað er ikki tilvildarligt, hvørji børn og ung verða rakt av harðskapi og kynsligum ágangi. Vandin er størstur í familjum, har foreldrini hava trupulleikar við rúsdrekka, sálarligar – ella fíggjarligar trupulleikar. Hetta vísir ein stór norsk kanning.
Ungfólkini, sum hava royndir við harðskapi og ágangi í spurnakanningini, hava mangan foreldur við serligum trupulleikum, siga Svein Mossige (NOVA) og Grete Dyb (NKVTS), sum eru granskarar.
Tey, sum eru vaksin upp við foreldrum, sum hava sálarligar trupulleikar, eru sjúk ella hava fíggjarligar trupulleikar, eru nógv oftari útsett fyri harðskapi og sálarligum ágangi, enn annar ungdómur er.
– Fíggjarligu viðurskiftini í familjuni hava samband við royndir við harðskapi, meðan trupulleikar hjá foreldrunum við rúsevnum hava ofta samband við harðskap og kynsligan ágang, siga Mossige og Dyb.
Gentur og dreingir eru ymiskt fyri. Dreingir eru oftari fyri harðskapi, meðan gentur eru fyri kynsligum ágangi.
Granskararnir hava eisini kannað, hvørt bakgrundin hevur týdning. Úrslitið er, at dreingir, sum hava aðra etniska bakgrund enn norska, eru sjáldnari fyri harðskapi, enn dreingir við norskari bakgrund. Og gentur við aðrari bakgrund enn norskari boða sjáldnari frá kynsligum ágangi enn gentur við norskari bakgrund, men dreingir við aðrari etniskari bakgrund vóru oftari fyri kynsligum ágangi enn norskir dreingir. Granskararnir eru eisini komnir fram til, at ungfólk í stóru býunum eru í størri vanda enn ungdómur úti um landið.
Vanlig tiltøk, sum bøta um livikorini hjá familjum, umframt tiltøk sum minka um rúsevnistrupulleikar millum foreldur, hava týdning, tá ið talan er um at minka um harðskap og ágang.
- Skúlin er rætta staðið at tosa um huðburðsbroyting, og tað eru serliga dreingirnir, sum tørv á fáa eitt sindur av skúling, siga granskararnir.
Granskararnir skjóta upp, at tosað verður við ungfólk um virðing í kynsligum sambondum.
7307 næmingar í 10. flokki tóku lut í kanningini.



