Tíðindi

8 umsóknir til fyrstilærarastørvini

Velbastaðar skúli og Skála skúli fáa nýggjan fyrstilærara komandi skúlaár

19.04.2018

Tá ið freistin at søkja størvini var úti mánadagin, vóru 5 umsóknir komnar inn til fyrstilærarastarvið í Velbastaðar skúla og 3 umsóknir til fyrstilærarastarvið í Skála skúla.

Bæði størvini eru farloyvisstørv til setanar í tíðarskeiðinum frá 1. august 2018 til 31. juli 2019. Í Velbastaðar skúla eru 46 næmingar í 7 árgangum, og 4 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum. Í Skála skúla eru 75 næmingar í 7 árgangum, og 7 lærarar í føstum starvi starvast í skúlanum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.