Stabbamynd greinar

75 vilja lesa til lærara á Námsvísindadeildini

Býtið er 70% kvinnur og 30% menn.

07.07.2021

Tað eru 75 umsóknir til læraralestur á Námsvísindadeildini í ár. Hyggja vit at, hvussu nógvar umsóknir hava verið til læraraútbúgvingina, síðan læraraútbúgvingin var skipað sum bachelorútbúgving í 2008, so kann hetta sigast at vera eitt miðaltal, tá ið talan er um umsóknir.

Frá 2008 hava verið í miðal 77 umsóknir til lærara. Tað árið, flestu umsóknir komu til læraralestur, var í 2016, tá 91 søktu inn til lærara, og lægsta tal av umsøkjarum var í 2019, tá tað bara vóru 52 umsóknir.

Kynsbýtið av lærarum í fólkaskúlanum er broytt seinastu 15 árini, so at tað nú eru fleiri kvinnur enn menn. Í 2005 vóru lærararnir 53% kvinnur og 47% menn, og nú er býtið 70% kvinnur og 30% menn. Hvussu kynsbýtið er hjá umsøkjarunum sæst ikki á kunningini, men av teimum, ið eru tikin inn til læraralestur hesi árini, eru 70% kvinnur og 30 % menn.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.