Tíðindi

18 bjóða seg fram at vera skúlastjóri

9 umsóknir komu til starvið sum skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn og 9 umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu

16.01.2019

Freistin at søkja skúlastjórastarvið í Eysturskúlanum var úti 10. januar, meðan umsóknin at søkja starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu var úti 6. januar, eftir at tað var endurlýst eina ferð. Starvið í Eysturskúlan verður sett frá 1. februar 2019 ella so skjótt sum til ber, meðan tað í Eysturkommunu er frá hálvum februar.

Eysturskúlin hevur í verandi skúlaári 492 næmingar í 1.–10. flokki. Í skúlanum eru 2 varaskúlastjórastørv, 42 lærarar og 2 stuðlar í føstum starvi, umframt tíðaravmarkað størv, skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavarðar. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við einum til tveimum flokkum í hvørjum árgangi í 1.-7. flokki, trimum  flokkum í 8. og 9. flokki og 10. floks eind.

Allir næmingar í 10. flokki í Tórshavnar Kommunu ganga í Eysturskúlanum, og undirvísingin er skipað í sjálvstøðuga eind, nevnd Nám X. Í verandi skúlaári er næmingatalið í 10. flokki 160 næmingar í 7. flokkum.

Skúlin í Eysturkommunu hevur 244 næmingar í 1.–7. flokki umframt 30 næmingar í forskúlaflokki. Í skúlanum starvast 25 lærarar, 3 námsfrøðingar, 4 stuðlar og ein skrivari. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlum, í skúlanum í Leirvík, har innskúlingin er, og í skúlanum í Gøtugjógv, har eldru næmingarnir ganga.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.