Tíðindi

140 kappast um 30 føst lærarastørv

Tað er ikki lætt at fáa starv sum lærari, og so als ikki fast starv. Tað mugu fleiri enn 100 lærarar á hvørjum ári sanna. Føroya Lærarafelag hevur gjørt upp, hvussu nógv størv, tíðaravmarkað og føst, eru lýst leys at søkja í fólkaskúlanum í ár, samanborið við undanfarin ár.

17.05.2022

Hetta skúlaárið – 2021/2022 – eru 100 lærarar settir í tíðaravmarkað starv í fólkaskúlanum. Hesir somu lærararnir ynskja allir at fáa fast starv komandi skúlaár og tí mugu teir – eins og nógvir teirra hava gjørt fleiri ferðir fyrr – søkja starv av nýggjum, mangan sama starv, sum teir longu røkja. Harumframt koma 31 nýútbúnir lærarar av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í summar, og vanliga søkja flestu teirra starv alt fyri eitt; afturat teimum koma vanliga nøkur, sum eru útbúgvin á læraraskúla í Danmark. Hesir gott 130 lærararnir skulu øll kappast um 30 føst lærarastørv, ið eru lýst leys at søkja til komandi skúlaár.

Taka vit øll størvini, føst og í bara eitt skúlaár, ið eru lýst leys, so eru tað samanlagt 111 størv at kappast um hjá nærum lærarum.

Tað eru alt ov nógvir lærarar, ið bara eru settir í starv í eitt ár, heldur Føroya Lærarafelag, og støðan við tíðaravmarkaðum størvum er líka trupul komandi skúlaár, sum hon var undanfarna ár. Skúlaárið 2021/22 vóru tað 89 tíðaravmarkað størv í eitt skúlaár lýst leys, komandi skúlaár eru tey 81 í tali.

- Hetta er ein lítil bati í mun til fjør, men tað eru framvegis alt ov nógv tíðaravmarkað størv. Vit mugu broyta skipanina, so at vit kunnu koma burtur frá at seta dugnaligar lærarar í ta óvirðiligu støðu, at søkja sítt egna starv ár eftir ár.

Sundurgreinað síggja tølini soleiðis út fyri komandi skúlaár, 2022/23:

Tíðaravmarkað størv – til samans: 84

(tíðaravmarkað í 1 skúlaár: 53, tíðaravmarkið í 1 ár við lægri setanarbroti: 27, styttri setanartíð enn 1 ár: 1)

Føst størv at seta: 30

Lærarastørv – til samans: 114

Harumframt 2 varaskúlastørv, hesi eru føst størv.

Árið frammanundan – skúlaárið 2021/22 sóu tølini soleiðis út:

Tíðaravmarkað – til samans: 89

(tíðaravmarkað í 1 skúlaár: 58, tíðaravmarkað í 1 skúlaár við lægri setanarbroti: 28)

Føst størv at seta: 23

Lærarastørv til saman: 112

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.