Leys størv

1. varaskúlastjóri á Skúlatrøð

Spennandi starv sum 1. varaskúlastjóri á Skúlatrøð er nú leyst at søkja

Um skúlan:

Á Skúlatrøð ganga í løtuni 720 næmingar. Harafturat eru vit uml. 100 starvsfólk, sum starvast á skúlanum.

Á skúlanum hava vit ymiskar uppgávur, men vit leggja dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipað viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Harafturat vilja vit námsfrøðiliga arbeiða við at skapa og læra – spyrja og svara.

Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild og hádeild umframt eina serdeild.

Á sumri í 2020 fluttu vit inn í snotulig høli, sum eru 1. byggistig í einari útbygging av skúlanum. Farið verður nú undir 2. og 3. byggistig.

Um starvið:

Sum 1. varaskúlastjóri ert tú við til at mynda skúlan saman við leiðslutoyminum. Arbeitt verður beinleiðis undir skúlastjóranum, og tú ert næsta fólk hansara. Ítøkiligu uppgávurnar kunnu skifta, men eru serliga innan leiðslu og fyrisiting, har teldukunnleiki er ein sjálvsagdur partur.

1. varaskúlastjórin hevur m.a. ábyrgd av vikartímunum, serdeildini og samstarvinum við Undirvísingarstýrið umvegis Skúlaforskipanina. Í starvinum hevur tú samband við nógv fólk.

Førleikakrøv:

Søkt verður eftir einum 1. varastjóra, sum vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visjón skúlans. Vit ynskja:

At tú ert fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva
At tú hevur mennandi starvsfólkaleiðslu og leiðslustíl
At tú virkar fyri trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum
At tú virkar fyri at skapa virðing fyri skúlanum
At tú hevur góðan málførleika í skrift og talu
At tú hevur hollan kunnleika innan KT og fyrisiting

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir ella útbúgving.

Lønar- og setanartreytir:

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 37.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 49.091,89 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett frá 6. apríl 2021 og er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 22. februar 2021 kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700  Klaksvík

Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.