Tíðindi

Út við tøkni – inn við handaligum lærugreinum

So lærir næmingurin mest - eisini tá ræður um tøkniligar førleikar

20. mars 2020

Skulu vit fyrireika barnið best til talgildu framtíðina, mugu vit avmarka tøknina mest møguligt, á sama hátt sum stjórarnir í størstu tøkniligu fyritøkunum Apple, Yahoo, HP og Google gera. Hesir stjórar vita meiri enn almenningurin, sigur Manfred Spitzer, og tí avmarka teir nýtsluna hjá sínum egnu børnum. Steve Jobs, sum uppfann iPad og iPhone, læt t.d. ikki sínar tannáringar nýta tøknina, meðan Eric Schmidt, CEO og nevndarlimur í Google, hevur úttalað seg soleiðis: «Eg stúri fyri, at alt órógvið og tann nógva og skjóta kunningin ... í veruleikanum ávirkar kognitión okkara, tað ávirkar okkara djúphugsni. Eg haldi veruliga, at tað at sita niðri og lesa eina bók, er tann besti hátturin, tá vit veruliga skulu læra nakað. Og eg stúri fyri, at vit eru um at missa tað.” Tað sigur ikki so lítið, sigur Manfred Spitzer.

Stjórarnir, sum smíða tøkniligu framtíðina, stúra sostatt ikki fyri, at teirra børn verða eftirbátar á tøkniliga økinum, tá tey ikki nýta tøkni; tvørturímóti velja teir at senda síni børn í skúlar, har als eingin tøkni er. Teir tykjast vita, hvat skal til fyri at búgva børnini til eina talgilda framtíð. Vit kunnu hóskandi spyrja okkum, hví ein stórur partur av heiminum er so stúrin og skundar undir at talgilda barnagarðar og skúlar, og svarið er helst, at óttin tænir áhugamálunum hjá vinnulívsfólkum, í øllum førum hevur óttin um at gerast tøkniligur eftirbátur ikki hald í veruleikanum, tí øll gransking vísir, at avmarkar tú tøknina í skúlum, klára næmingar seg best, eisini á tøkniliga økinum, leggur Spitzer afturat og vísir til Alan Eagle, ein av stjórunum í Google, hvørs børn ganga í skúla, sum ikki hevur tøkni, men leggur dent á handaligu lærugreinirnar: Alan Eagle sigur: “Tað er eingin orsøk at skunda undir, at børn læra at handfara tøkni. Tað er superlætt at handfara tøknina. Tað er sum at læra at brúka tannkrem. Hjá Google og øðrum fyritøkum gera vit tøknina so lætta at brúka, so sjálvt heiladeyð kunnu finna út av tí. Tað er eingin orsøk til, at børn ikki skulu finna út av tí, tá tey gerast eldri.”

Klára seg verri í PISA við tøkni

Finnland og Svøríki hava verið fyrimyndir hjá øðrum londum, tí tey hava klárað seg so væl í Pisa-kanningum. Seinastu árini hava hesi londini lagt seg eftir at talgilda skúlarnar, og samstundis sum íløgurnar í tøkni eru øktar, er tað fakliga farið at ganga afturá við rúkandi ferð bæði í støddfrøði og lesing, sigur Manfred Spitzer.

Lærandi heilin

Seinastu umleið fimtan árini er vitanin um, hvussu heilin virkar, broytt munandi, ikki minst tí vit hava fingið tól, sum gera tað møguligt at eygleiða heilan í ymiskum støðum. Í dag vita vit, at øll føðast við einum heila, sum hevur eitt ótal av heilakyknum. Í byrjanini liggja heilakyknurnar hvør sær, uttan samband við hvørja aðra. Sum barnið mennist gjøgnum nýggjar upplivingar, fara kyknurnar at práta saman, tær leggja spor eftir seg. Eitt barn, sum hevur fleiri ymiskar upplivingar í skjáttuni, hevur sostatt nógvar bindingar millum heilakyknur. Færri upplivingar barnið hevur, færri bindingar hevur tað. Alt, sum vit hugsa, smakka, gera, lukta og so framvegis, leggur spor eftir seg og skapar rásir í heilanum. Læring er at skapa spor í heilanum, og hetta er uttan mun til, um vit læra at vera sosial, at rokna ella at perla.

Tá barnið lærir at ganga, tekur tað langa tíð, frá tí barnið fyrstu ferð hálar seg upp eftir sofaborðinum, til tað sleppir borðinum og tekur fyrstu fetini. Tá fyrsta fetið er tikið, tekur tað aftur longri tíð, áðrenn barnið megnar førleikan so mikið væl, at tað kann ganga skjótt, renna og at enda hoppa. Alt, sum barnið lærir, tekur tíð, tí heilakyknurnar, sum hava við hetta økið at gera, fyrst skulu læra at práta saman. Við endurtøku og venjing gerst førleikin so mikið góður, at barnið bara ger tað uttan fyrst at hugsa um tað. Tað, sum byrjaði sum frustratión og ørkymlan, er nú vorðið ein innlærdur førleiki.

Orsøkin til, at tøknin er vorðin so umtókt, er, at hon lættir um arbeiðsbyrðuna og sparir tíð. Fyri vaksin er tað ein stórur fyrimunur; sjálvur brúki eg dagliga mína Macbook og iPhone, ikki minst í granskingarhøpi, sigur Spitzer. Men tøknin tænir mær so væl, júst tí eg havi eina undanvitan, sum ger, at eg fái ágóðan av henni. Hjá barninum, sum er í menning, er tað týdningarmikið, at arbeiðsbyrðan ikki verður tikin frá heilanum, men at heilin tvørturímóti er so virkin sum møguligt, so hann kann skapa hesar rásirnar í heilanum. Heilin er sum ein vøddi og krevur miðvísa venjing, men lætta vit honum um í barnaárum, verður hann ikki mentur, sum hann skal, við tí úrsliti, at tær neyðugu rásirnar ikki verða troddar sum og tá, tær skulu. Forsprákarar fyri tøknini tykjast halda, at heilin tekur niður vitan, men teir hava í grundini ikki skilt, hvussu heilin virkar.

Les alla greinina, sum Gitte Klein hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2020. Mynd: Dorit Hansen/Miðnám á Kambsdali

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.