Tíðindi

Óskiljandi, at einki hendi í skúlanum, hóast vitanin var á staðnum

- Sonurin fekk ikki rætta skúlatilboðið, fyrr enn tað var ein persónur, sum sá, hvat tað var, ið sonur okkara tørvaði. Hetta vísir, hvussu veik skipanin í grundini er, sigur Bjørg Dam, hvørs sonur hevur ADHD.

19. august 2019

Sjey ár við vaksandi avbjóðingum, serliga í skúlanum, hava lært Bjørg Dam, at skipanin í sjálvum sær ger og er einki, um tú ikki sjálv sum foreldur stríðist, til barnið fær røttu hjálpina.

- Vit hava verið óheppin, og vit hava verið heppin. Tað er ógvuliga hugstoytt, at sonurin og vit skuldu ígjøgnum so nógv, fyrr enn vit kunnu siga, at nú gongur tað tann rætta vegin. Tað kann vera ringt at skilja, at einki hendi í skúlanum, hóast vitanin var á staðnum. Serflokkurin var í skúlanum, har sonurin gekk, og vit høvdu fyrireikað skúlan, áðrenn hann byrjaði í skúla, at hann hevði avbjóðingar. Kortini fekk sonurin ikki rætta skúlatilboðið, fyrr enn tað var ein persónur, sum sá, hvat tað var, ið sonur okkara tørvaði. Hetta vísir, hvussu veik skipanin í grundini er.

Greiðar reglur og greið mannagongd eiga at vera fyri, hvat eigur at verða gjørt, so skjótt illgruni um eitthvørt verður staðfestur, heldur Bjørg Dam.

- Tá ið so long tíð skuldi ganga, fyrr enn vit fingið staðfest, hvat bagdi Nikael, so kann eg bara staðfesta, at rætta fakligheitin er ikki til staðar alla staðni. Vit hava møtt fakliga dugnaligum starvsfólki, men vit hava sanniliga eisini møtt starvsfólki, sum ikki eru fakliga dugnalig. Sonurin og vit høvdu verið spard fyri so ótrúliga nógv keðiligt, frustratiónir og niðurløg, um vit beinanvegin høvdu møtt fakfólki, ið vita, hvat vit skulu og kunnu gera, fyri at hjálpa soninum.

At hava eitt barn, sum hevur avbjóðingar, krevur foreldur, sum hava áræði og orku at stríðast, og at tey ikki sættast við, at einki ber til.

- Fyrstu tíðina var eg ivaleyst ov góðtrúgvin og ov autoritetstrúgv. Sonurin gekk í einum barnagarði, har nógvir trupulleikar vóru. Vit stríddust fyri at sleppa at flyta hann á annan stovn, og hóast tað vanliga ikki ber til, so fingu vit tað ígjøgnum, tí vit vildu ikki sættast við støðuna. Tað vísti seg at vera tað rætta fyri sonin at flyta hann, tí tá fór at ganga betur. Tað sama hendi í skúlanum; sonurin gekk tvey ár í skúla, fyrr enn ein persónur í skúlanum skar ígjøgnum og segði, at nú finna vit eina loysn. Hevði hann ikki gjørt tað, veit eg ikki, hvar vit høvdu verið í dag, tí tá vóru trupulleikarnir so stórir, og drongurin so keddur, at vit vistu okkum ikki okkara livandi ráð.

Nikael gongur nú á øðrum ári í aðrari av serstovunum í Hoyvíkar skúla. Alt fyri eitt hann fór at ganga har, vendist støðan, og hann fór at trívast. Hann hevur framvegis tilknýti til gamla flokkin og floksfelagarnar, tí hann er ávísar tímar í tí flokkinum. Hann hevur ein námsfrøðing sum stuðul, sum hjálpir honum ógvuliga væl.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.