Tíðindi/Greinar

21. mars 2018

Ætlan og virksemi skulu samsvara

Lærarar gera tað, ið vit eru lønt at gera, og vit eiga eisini at lønast fyri alt tað, vit gera. Hetta er sjálvsagda meginreglan í arbeiðstíðaravtaluni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðaravtalan er karmurin um virksemið og lønina hjá hvørjum lærara, og tí má hon samsvara við veruliga arbeiði. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

At lærarar eiga at røkja tær uppgávur, ið teir eru løntir at gera, er eingin ivi um. Men tað fáa lærarar bert gjørt, um tey kenna sín setning. Sambært “Arbeiðstíðaravtaluni” skal hvør lærari í góðari tíð hava sína virkisætlan, ið sýnir allar hansara uppgávur, og “samsvar eigur at verða millum arbeiðstíð lærarans og veruleikan í skúlanum”. Arbeiðstíðaravtalan treytar altso, at lærarin kennir sínar uppgávur og fær hóskandi tíð at røkja tær.

Tað eru tó fleiri øki, har lærarin illa fær røkt í skúlanum. Taka vit flokslæraran sum dømi, so er tíðin, ið er avsett til uppgávuna, tepur samanborið við stóra setningin. Flokslærarar møta ofta næmingum við átrokandi tørvi, hesi mugu møtast, sjálvt um tillutaða tíðin til arbeiðið er brúkt. Um flokslærarin ikki fær meira tíð játtaða í tílíkum støðum, so arbeiða flokslærarar óløntir, og tað er ikki í lagi. Hyggja vit síðan eftir t.d. KT-vørði, lesivegleiðara, serlærara ella støddfrøðivegleiðara, so er eingin lýsing av teirra arbeiði. Tí standa hesir lærarar í eini óvissu, um tey hava rokkið sínum setningi ella ikki, tí einki er ásett. Føroya Lærarafelag hevur saman við ávísu undirfeløgunum fleiri ferð víst Mentamálaráðnum á støðuna við manglandi arbeiðslýsing hjá hesum starvsbólkum, uttan at tað hevur ført til nakað. Hetta er ein uppgáva, ið má loysast, so at hesir lærarar kenna sína uppgávu, og vit, hvat ikki er partur av teirra virksemi. Tað streingir øll starvsfólk, at tað verður kravt av teimum, uttan at tey kenna neyvu krøvini.

At skipa arbeiðið í fólkaskúlunum er uppgávan hjá skúlaleiðarunum. Hetta er ein uppgáva, ið krevur sítt, serliga síðan 2010, tá játtanin til fólkaskúlan er lækkað, samstundis sum krøvini til skúlan eru hækkað. Ein av orðingunum hjá Storm P. er: “Det kræver god moral at sælge elastik i metermål”. Eg meti hesa orðing sum eina góða lýsing av truplu uppgávuni hjá leiðslunum at leggja virksemisætlan fyri skúlanum og læraranum. Tá játtanin tódnar, skal virksemi skerjast, ella mugu lærarar renna skjótari. Uttan mun til, hvat valið hjá skúlaleiðaranum er, so er tað sera týdningarmikið, at leiðslurnar geva sær stundir til prát og at greina saman við hvørjum lærara, hvat ætlaða virksemið er. Sum tað er  ásett í arbeiðstíðaravtaluni, eigur skúlaleiðarin at skipa arbeiðstíðina í neyvum samstarvi við einstaka læraran.

Tað er týdningarmikið fyri skúlan og læraran, at allir lærarar kenna sína virksemisætlan. Skúlaleiðarin eigur eisini at skipa virksemisætlanina í góðari tíð saman við læraranum og broyta hana í árinum um neyðugt, so at hon samsvarar við veruleikan. Afturat hesum skulu arbeiðslýsingar gerast fyri lærarar við serstakum uppgávum í skúlanum. Semjan frá seinastu samráðingum ásetur, at arbeiðslýsing skal gerast fyri KT-vørðir. Tað arbeiðið má byrja skjótt, og vónandi slóðar hetta fyri, at aðrir bólkar eisini fáa sína arbeiðslýsing.

Arbeiðstíðaravtalan:

http://lararafelag.fo/s%C3%A1ttm%C3%A1lar-og-semjur/l%C3%B8nartalvur-og-flokkingar-2017-19

Flokslærarin og virksemi:

http://www.logir.fo/Kunngerd/37-fra-26-03-2003-um-flokslaeraran


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan